Nú verður eingin útróður meir

Útróðrarbátarnir fingu onga koronu-hjálp tá ið prísurin fór í botn og nú verður steinur lagdur oman á byrðu

Hendir hetta, verður eingin útróður longur. So stutt tekur Meginfelag Útróðrarmanna samanum, nú ætlanin er at loyva trolbátum at trola innan fyri 12 fjórðingar. Ætlanin er nevniliga at broyta kunngerðina so at trolbátar eisini fáa loyvi at trola innan fyri 12 fjórðingar.

Meginfelagið heitir á á Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum um at sleppa ætlanini so at kunngerðin ikki verður broyttt.

– Skulu útróðrarbátar kappast við trolarar á innaru leiðunum, verður skjótt eingin útróður longur, staðfestir felagið.

Meginfelagið vil minna , at teir vórðu sluppu ikku upp í part, tá ið makrelurin varð útlutaður. Tað var heldur eingin hjálparpakki til útróðrarflotan, tá ið fiskaprísirnir fóru í botn av koronu.

– Skal línan og snellan nú kappast við troling á innaru leiðum eisini, verður steinur lagdur oman á byrðu, sigur Meginfelag Útróðrarmanna.