Samráðingarnar ímillum Starvsmannafelagið øðrumegin og almennu og hálvalmennu arbeiðsgevararnar hinumegin um ein nýggjan sáttmála, nærkast nú endanum.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at samráðingarnar hava gingið væl, men at nú nærkast avgerðin um tað verður egg ella ungi.
- Vit hava havt níggju ella tíggju samráðingarfundir og tann seinasti var í gjár. Men nú eru vit so eisini komin hartil, at vit fara at orða uppskot til eina semju, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hesar samráðingarnar eru serligar við tað, at Starvsmannafelagið hesuferð samráðist bæði við Fìggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og SEV ísenn fyri at taka allar hesar tríggjar mótpartarnar í einum.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta ger samráðingarnar serliga avbjóðandi, tí hóast allir tríggjar partar hava somu sjónarmið á nógvum økjum, hava teir eisini hvør sínar serstøður á ávísum økjum og tað er ein avbjóðing at samansjóða øll sjónarmiðini.
- Men samráðingarnar hava verið ógvuliga jaligar og allir partar samráðast við einum sonnum vilja til at røkka á mál, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Hann leggur afturat, at enn hevur ikki verið upp á tal at senda boð eftir semingsmanninum.
- Vit hava verið rættiliga ósamd um nógv viðurskifti, men vit hava sett okkum fyri at vit skulu avgreiða samráðingarnar einsamallir uttan at tað skal vera neyðugt at boðsenda semingsmanninum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
So fer tíðin at vísa um tað fer at eydnast!
Fara at orða uppskot til semju
Hann sigur, at partarnir hava nú verið ígjøgnum allar sáttmálarnar.
Í øllum førum eru samráðingarnar komnar so mikið áleiðis, at nú skal uppskot til eina semju orðast.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at beint fyri jól skulu partarnir hittast aftur at viðgera uppskot til semju.
Men við hesum er ikki sagt, at tað endar við semju, tí onki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt.
- Tað er alt ov tíðliga at siga nakað um enn, leggur hann afturat.
Men hann sigur, at uppleggið frá Starvsmannafelagnum er, at partarnir gera ein sáttmála, sum er væl longri enn vanligt.
- Okkara upplegg er framvegis, at vit gera ein fýra ára sáttmála við teimum ásetingum, sum vit halda, at ein so drúgvur sáttmáli eigur at hava, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
-Tað veldst alt um, hvussu góðar sømdir vit fáa, leggur hann afturat.
Hann vísir tó á, at Starvsmannafelagið fer ikki at skriva undir nýggjan sáttmála, fyrrenn álitisfólkini eru sloppin at siga sína hugsan.
Hann ásannar kortini, at samráðingarnar hava verið ov drúgvar, men tað er tí, at Fìggjarmálaráðið hevur samráðst við onnur feløg inn ímillum.










