Nú verður byrjað í Vágsbotni

Tað hevur ikki gingið, sum vit høvdu vónað, men nú er alt klárt og arbeiðið byrjar av álvara mánadagin, sigur Bjarni Kyster, arbeiðstakari Havnarfólk ? og føroyingar yvirhøvur ? hava helst undrað seg á, at keiøkið í Vágsbotni er grivið upp og innihegnað, men at einki meiri hendir. Flestu halda helst, at býráðið svevur oman á málinum, men soleiðis er kortini ikki.

- Upprunaliga skuldu vit verið byrjaðir 1. apríl í fjør at gera tær ábøtur á keianleggið, sum býráðið hevur samtykt, men tað hava verið so nógv ivamál, at arbeiðið er skotið út fleiri ferðir, sigur Bjarni Kyster, sum hevur fingið arbeiðið at gera frá býráðnum.

Tað hava verið ivamál um eitt nú kloakkina og hvat slag av flísum skulu nýtast, men seinastu snøklarnir vórðu fingnir upp á pláss á einum fundi í gjár, og menn eru so smátt farnir at pjakast á økinum. Mánadagin verður so farið undir at gera kloakkina.

- Tað er eingin loyna, at tað ikki hevur gingið so, sum vit høvdu ætlað, men nú eru flísarnar so bílagdar, og leveringstíðin er 12-14 vikur. Men tá tær eru komnar, skuldi ikki gingið meiri enn tríggjar vikur, til arbeiðið er liðugt, sigur Bjarni Kyster.

Stálið til arbeiðið er langt síðani komið og hevur ligið í Føroyum í fimm mánaðir.

Mánadagin verður altso byrjað av álvara, og umframt at gera kloakkina verður eisini byrjað við stoypingini.

- Arbeiðið er sett at verða liðugt 3. juni, og ta tíðarfreistina rokna vit við at halda, sigur Bjarni Kyster.