ValstríÐ
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í tvey ár hava serkønir valserfrøðingar lagt eina ætlan um, hvussu George W. Bush skal vinna amerikanska forsetavalið í november og fýra ár afturat í Hvítu Húsunum í Washington.
Høvuðsmaðurin aftan fyri ætlanina er Karl Rove, og nú republikanararnir halda landsfund í New York, verður hon sett í verk. Nú skulu teir amerikonsku veljararnir fáa ein annan og øðrvísi Bush at síggja - ein eyman og hóvligan Bush, sum eisini hugsar um tey smáu og veiku, og sum eisini hevur nøkur framtíðarmál.
Mótstøðumaður forsetans, John Kerry, er sjálvandi ein partur av ætlanini. Hann skal lýsast sum tann veiki, vingluti og óálítandi politikarin. Ístaðin fyri skulu amerikanararnir fáa eyga á teir góðu eginleikarnar hjá Bush.
Irak-kríggið skal fáa so lítla umrøðu, sum til ber, og teir víðgongdu á høgravonginum, sum hava flokkast um Bush tey seinastu árini, verða skúgvaðir til viks teir næstu mánaðarnar. Ístaðin fyri skulu teir nýggju sum Kalifornia-guvernørurin Arnold Schwarzenegger og New York-borgarstjórin Rudy Giuliani framat, og framtakshugaðir menn sum senatorurin John McCain fáa eisini orðið.
Eftir miðjuni
Endamálið við broytingunum er at fáa fatur á teimum ivingasomu veljarunum á miðjuni í amerikonskum politikki, tí tað eru teir, sum framvegis ikki hava gjørt av, um teir skulu velja Bush ella Kerry í november. Veljarakanningar vísa, at tað stendur á jøvnum ímillum tey bæði valevnini, so tað verða hesir veljararnir, sum avgera úrslitið.
Í seinastuni hevur Bush lagt seg eftir at fáa undirtøku í teimum statunum, har ivi hevur verið um, hvør fer at vinna. Hetta hevur eisini víst seg at geva úrslit. Í hvussu er vísti ein kanning í sjónvarpinum ABC í gjár, at Bush hevur meiriluta í minst tveimum statum, sum Al Gore vann í fyri fýra árum síðani. Men munurin er lítil.
Yvirgangurin
Í annaðkvøld fer Bush at enda landsfundin hjá republikanarunum, og amerikanararnir bíða í spenningi eftir røðuni. Sambært Washington Post fer forsetin at gera eina roynd at ávirka tey umleið 53 prosentini av fólkinum, sum siga seg vera misnøgd við embætisførslu hansara.
Eisini fer hann at royna at benda tosinum burtur frá Irak-krígnum og tí vánaliga búskapinum í USA, sum Kerry tosar um í sínum røðum. Ístaðin fyri skal dentur leggjast á bardagan ímóti yvirgangi, og at í tí bardaganum mugu amerikanararnir hava ein sterkan leiðara, sum heldur orð.
Meiningakanningar hava eisini víst, at júst bardagin ímóti yvirgangi er besta vápnið hjá Bush í valstríðnum, og tí fara republikan-ararnir at nýta hvørt høvi til at minna amerikanararnar á tað, skrivar Washinton Post.