Mánadagin kl 19.00 verður almennur borgarafundur í skúlanum í Kaldbak um nýggja vinnuøkið á Sundi.
Á fundinum verður kunning um samskiftið við Tórshavnar býráð, støðuna í kommununi, og orðaskifti um málið.
Eisini verður uppskot lagt fram um at kæra Tórshavnar kommunu fyri Heilsu- og Innlendismálaráðið.
- Orsøk til málið er, at samanleggingarsáttmálin og landsstýriskunngerðin um kaldbaksnevndina verða brotin ferð eftir ferð, verður sagt í dagskránni fyri fundin.
Á dagsskránni er eisini uppskot til yvirlýsing, og uppskot um at velja nevnd at fyrireika eitt áhugafelag fyri bygdina Kaldbak, Kaldbaksbotn og Sund.









