Nú verður bannað at sláa børn

Føroysk børn verða nú javnstillað við børn í grannalondunum og við djór og vaksin fólk. Nú verður ikki loyvt at nýta likamligan harðskap móti børnum, sum ein liður í uppalingini. Revsirætturin verður avtikin í sambandi við at uppskotið um felags foreldramyndugleika.

Orðaskiftið um at avtaka rættin til at sláa børn hevur verið uppi við jøvnum millumbili. Tá hevur lítið talað fyri, at meiriluti fór at vera fyri at taka undir við at taka av sonevnda revsirættin, tí, sum tikið varð til: ongin tekur skaða av at fáa ein undir vangan.
 
Forboðið hekk uppií
Kortini verður forboðið, sum hevur verið galdandi í grannalondunum í nógv ár, nú eisini galdandi í Føroyum. Hetta kanska meira av tilvild, tí forboðið móti likamligari revsing móti børnum er partur av ríkislógartilmali um foreldramynduleika - ”lov om forældremyndighed og samvær”, sum eitt samt Løgting atkvøddi fyri mikudagin, tá uppskotið var til 2. viðgerð. Sambært uppskotsstillaranum, Jacob Vestergaard, landsstýrismann í Innlendismálum, er hetta ein liður í arbeiðinum at dagføra aldargomlu lóggávuna um viðurskiftini millum foreldur og børn, og at fáa eina tíðarhóskandi lóggávu á økinum. Hann skjýtur upp, at nýggja lógin kemur í gildi 1. apríl 2007. 
Lógin, sum hevur verið galdandi var upprunaliga frá 1922, Lov om Umyndighed og Værgemaal. Seinastu broytingarnar eru frá 1978, og tær vórðu settar í gildi í Føroyum í 1982.
 
Var frammi í 2003
Eitt líknandi uppskot var lagt fram fyri knøppum 4 árum síðani, tá Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum legði uppskot fyri tingið um at avtaka rættin til likamliga at revsa børn. Katrin Dahl Jakobsen tók tá uppskotið aftur, tí danska løgmálaráðið metti onga heimild vera fyri at seta bert ein part av lógini um foreldramyndugleika í gildi. Men uppskotið var til viðgerðar í tinginum, og røktist sum sagt lítið fyri, at uppskotið fór at verða samtykt.
 
Sum grannalondini
Í viðmerkingunum til ríkislógartilmali, sum løgtingið atkvøddi fyri mikudagin, vóru viðmerkingarnar hjá Katrin Dahl Jakobsen, frá februar 2003 endurgivnar. Har stóð eitt nú, at:
Galdandi lóggáva í Føroyum heimilar í ávísan mun varisliga likamliga revsing móti egnum børnum... Og at tað er rætt at fylgja hinum norðurlondunum í hesum málinum og hava eins reglur galdandi, tá tað snýr seg um revsing av børnum, eins og Norðurlandaráðið mælti til í 1982. Í Svøríki settu tey úr gildi rættin til likamliga revsing av egnum børnum í 1979, í Finnlandi í 1983 og í Noregi í 1987.
Katrin Dahl Jakobsen, segði tá, at rætturin til likamliga revsing av børnum er tikin av í okkara grannalondum er eitt nú úrslit av broyttum hugburði til uppaling og av støðugari upplýsing um, hvørjar umstøður skulu til, fyri at børn kunnu mennast og klára seg í lívinum. Verða børn ald upp í harðskapi, er sannlíkt, at harðskapur gerst teirra fremsta amboð, tá tey sjálvi koma í truplar støður. Øvugt hava royndir millum annað í Svøríki víst, at slík lógarbroyting hevði við sær broyttan hugburð og minkandi undirtøku fyri likamligari revsing.
 
Lógin sendir signal
Og hon greiddi víðari frá, at samfelagið við slíkari lógarbroyting ger greitt, at likamlig revsing av børnum verður ikki góðtikin. Umframt at boða frá eini almennari støðu til málið við tí fyri eyga at minka um harðskap í uppalingini, hevði hetta styrkt um støðuna hjá starvsbólkum, sum hava við børn og foreldur at gera. Her verður hugsað um heilsusystrar, lærarar, pedagogar, sosialráðgevarar, læknar, løgreglu og onnur, sum við einum klárum rættargrundarlagi kundu sagt bæði børnum og vaksnum, at ikki er loyvt at sláa børn.
- Tí hvussu skal eitt nú ein lærari greiða einum barni frá, at tað ikki má sláa og vera harðligt, um so er, at hetta er vanliga talumálið í heiminum? Spurdi Katrin Dahl Jakobsen í uppskotinum í februar 2003.
Vit hava til fánýtis roynt at fingið eina viðmerking frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í Innlendismálum, í morgun.