Nú verður bíðað eftir vaksinu

315 fólk vórðu koppsett í gjár

Í gjár vórðu 315 føroyingar koppsettir fyri koronu.Talan var um heilsustarvsfólk, sjúklingar í serligum vandabólkum og avvarðandi.

Samanlagt hava nú 3993 føroyingar fingið fyrsta prikið, svarandi til 7,5 prosent av fólkatalinum. Ein persónur hevur fingið seinna prik.

Nú verður ein steðgur í koppsetingini, meðan bíðað verður eftir nýggjari sending við koppingarevni. Næsta sendingin við koppingarevni kemur væntandi miðskeiðis í næstu viku.