Nú verður avgerðin tikin

Eftir ætlan skuldi Heðin Mortsen taka støðu til, hvørt hann stillar upp til Fólkatingsvalið ella ikki, seinnapartin hósdagin

Enn hevur verið ógreitt, um Heðin Mortensen, nývaldur býráðsformaður í Havn, fer at stilla upp til Fólkatingsvalið 8. februar.
? Tað verður seinnapartin í dag (hósdag, blaðkv.). Tá er fundur avtalaður, og eg skal tosa við flokkin um, hvør tann rætta avgerðin er, segði Heðin Mortensen hósmorgunin.
Hann sigur, at støðan verður tikin útfrá, hvar hann situr júst nú.
? Val hevur júst verið, og nú eri eg valdur býráðsformaður, og tað ætli eg mær eisini at vera. Men ein vil jú altíð stuðla flokkinum hjá sær fyri at tað kann gangast honum best møguligt, so støðan verður tikin út frá hesum.