Nú verður av álvara talt niður

Møguleiki er fyri, at niðurflytingin verður staðfest í dag, meðan endaspurturin í toppinum kann fara at verða sera tættur

Seinnapartin verður 23. umfar í Effo-deildini. Fyrsta bríksl í fýra dystum verður klokkan 15, meðan síðsta uppgerðin – tann á Argjum har niðurflyting er á dagsskrá – verður klokkan 17.15.

 

Dagsskráin í Sarpugerði og við Løkin er gull og heiðursmerki, meðan tað er kappingin um altjóða atgongumerki og europeiskar milliónir, sum tað fer at snúgva seg um, tá ið B36 og HB bresta saman.

 

Í oyggjauppgerðini á Svangaskarði hevur ÍF møguleika at taka seg nærri fimta plássinum, sum tað framvegis er teoretiskur møguleiki fyri, at fuglfirðingar skulu fáa fatur á.

 

Tað er lítið og einki, sum bendir á, at vindurin fer at arga seinnapartin soleiðis, sum hann gjørdi síðsta sunnudag. Veðurforsøgnin sigur, at lítla lotið verður av útsynningi, tað verður fyri tað mesta turt og kanska onkur ælingur, sólin fer at síggja viðhvørt, og hitin verður millum níggju og trettan stig.

 

23. umfar

Í dag

Víkingur-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00

NSÍ-TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

B68-ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00

B36-HB: Petur Reinert kl. 15.00

AB-Skála: Alex Troleis kl. 17.15

 

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=792