Nú verður 95 ára gamla brúgvin um Sandá umvæld

Asfaltið er nú tikið oman av gomlu brúnni um Sandá í Havnardali, og tjúkka bentongplátan skorin av og beind burtur. Articon hevur staðið fyri hesum innleiðandi arbeiðinum.

 

Tórshavnar kommuna hevur játta pengar til at gera arbeiðið liðugt. Játtaðar eru 2,2 mió. kr. til hetta á íløguætlanini fyri 2021, og beint fyri jól varð sáttmálin undirskrivaður.

Játtanin fer til at taka verandi bilverju á brúnni niður, og so verður nýtt rimaverk úr stoypijarni sett upp. Laðingin verður eisini umvæld.

Betongplátan, sum longu er tikin av brúnni, varð stoypt í sambandi við øktu ferðsluna á vegnum, tá ið Gamlarætt varð bygd. Men síðani nýggi vegurin um hálsin bleiv gjørdur, hevur eingin ferðsla verið á vegnum.

##med2##

Tað var í 1925, at Tórshavnar kommuna hevði lýsing prentaða í Tingakrossi, har brúgvin um Sandá varð boðin út. Fimm tilboð komu inn, og Vilhelm Samuelsen (seinni Tórsheim) átti lægsta tilboðið, 12.487 krónur.

Gamla brúgvin um Sandá umboðar handverk og byggisið, ið ikki sæst nógv til í nútíðar bygging. Nú brúgvin aftur fer at síggja út, sum hon gjørdi fyri skjótt hundrað árum síðani, verður søgan um brúnna eisini miðlað - millum annað við skelti á staðnum.

 

12.487 krónur fyri brúnna um Sandá

(Grein úr Sosialinum 12. februar í 2004)

Brúgvin um Sandá hevur tænt fyri seg. Bæði høgur og lágur hevur nýtt hesa farbreyt millum vesturbygdirnar í Suðurstreymi og Havnina. Í 1926 var hon spádd at halda til ævigar tíðir – men nú hon rakk sínum lívskvøldi, fekk hon frið

 

Fyrr í vetur varð bærilig farbreyt tikin í nýtslu gjøgnum Havnardal, tvørtur um Sandá til vesturbygdirnar. Hóast gamla farleiðin tykist neyðarslig í mun til nýggja og breiða vegin, so hevur gamla farleiðin til Kirkjubíggjar tænt fyri seg í næstan áttati ár.

Tað var tann 25. apríl í 1925 – dagurin, ið seinni varð til flaggdagin – at Dimmalætting kunngjørdi úrslitið av lisitatiónini um at gera brúnna um Sandá. Fimm tilboð komu inn, og tað lægsta átti Vilhelm Samuelsen í Havn, sum seinni fekk sær navnið Tórsheim. Hann beyð sær til at gera arbeiðið fyri 12.487 kr.

Hinir fýra, ið buðu upp á arbeiðið, vóru Johannes Simonsen, 24.300 kr, Óli Arge, 21.982 kr, Chr. Jensen í Kvívík, 16.850 kr og Jacob Christiansen, 14.840 kr.

Tíðliga hetta árið – í 1925 – verður loyvi givið til at koyra torv eftir tí, ið liðugt er av vegnum úr Havn til Kirkjubøar. Hetta er áðrenn brúgvin er gjørd, so koyrt hevur verið um ánna, um hetta hevur verið neyðugt.

Tingakrossur skrivar í februar 1926, at nú er koyrandi úr Havn til Velbastaðar og Kirkjubøar.

»Sunnudagin koyrdu heilir tveir bilar fullir av fólki fyri fyrstu ferð úr Havn til Kirkjubøar. Tað gekst heldur vánaliga, í støðum var vegurin so bleytur, at fólkið mátti fara av vagnunum og draga teir eftir sær?«

Greinskrivarin heldur fyri, at tað verður bert í terraveðri um summarið og í frosti, at hesir vegir verða nýtandi til koyrslu.

Í einum seinni blað hetta várið verður kortini skrivað, at vegurin ikki er so galin kortini, at hann er steinsettur og ein tann besti í Føroyum.

Fyrsta árið var kortini okkurt galið við brúnni, tí í juli í 1926 verður brúgvin um Sandá stongd, og sambært lýsing frá VBV í oktober er brúgvin opin aftur. Tá skrivar Tingakrossur um bilaferðsluna millum Havnina og Velbastað og Kirkjubø – »ið so leingi hevur verið forðað av hesi vanlukku brúgv, er um síðir aftur komin í rættlag«.

Og so verður lagt afturat: »Brúgvin sigst nú at skula halda til ævigar tíðir«.

 ##med3##

Pápi mundi farið fallit av brúnni um Sandá

Nakrar dagar eftir, at hendan greinin um brúnna um Sandá stóð í Sosialinum í 2004 kom Viljormur Tórsheim inn á gólvið á blaðnum.

Sambært Viljormi Tórsheim, sála, sum var sonur Vilhelm Tórsheim, so gekst ikki so væl við brúnni, sum ætlað.

– Pápi fór fallit av hasum arbeiðinum, segði hann.

Orsøkina segði Viljormur vera, at verkfrøðingurin á býráðnum vildi hava, at síðurnar á brúnni skuldi vera loddrættir.

– Men tað vildi pápi ikki. Hann segði, at teir sjálvandi mátti vera breiðari í neðra enn í erva fyri at halda trýstinum. Men verkfrøðingurin stóð upp á sítt. Men endin var, at pápi fekk rætt, brúgvin helt ikki, og hann mátti gera alt arbeiði umaftur uttan at fáa eitt klovið oyra fyri tað, segði Viljormur Tórsheim, ein dagin fyri nøkrum árum síðani, tá hann var inni á gólvinum í Miðlahúsinum.