Hetta fer at gera umstøðurnar hjá okkum nógv betri.
Tað sigur Rúni Thomsen, liðstjóri fyri skótaliðið í Hvalba.
Skótalið Einar Suðrings, sum skótaliðið í Hvalba nevnist, hevur hildið til í skúlanum har tey hava hitst eitt kvøld um vikuna. Men nú hevur bygdarráðið samtykt at lata skótaliðnum fáa gamla skúlan í Nesi at húsast í. Annars hevur dagrøktin hildið til í skúlanum, men nú nýggjur barnagarður er bygdur, stendur skúlin tómur og sostatt eru skótarnir nú fluttir inn.
Nú, vit hava fingið eitt fast tilhaldsstað, gevur tað okkum nógv betri møguleikar enn vit hava havt, tí nú sleppa vit undan at rudda alt upp aftur eftir okkum eftir hvønn fund, samstundis sum at vit hava eitt fast pláss til alla okkara útgerð, sigur Rúni Thomsen.
Annars vóru skótar í Hvalba fyrr. Rúni Thomsen sigur, at í áttatiárunum var Skótalið Einar Suðrings stovnað í Hvalba. Eisini tey hildu til í skúlanum í Nesi, men tað datt niðurfyri.
Í fjør var skótaliðið so endurstovnað og nú eru vit einir 20 skótar í Hvalba og tað eru børn úr fyrsta flokki til níggjunda flokk, sigur liðstjórin. Hann sigur, at tey eru øgiliga hugagóð og møta væl upp. Og hann heldur eisini, at skótarørslan er ein góður møguleiki til tey, sum ikki hava so góðan hug til annað frítíðarvirksemi, sum annars er.
Síðani skótarnir vórðu endurreistir í fjør, hava tey roynt at leita eftir allari útgerðini, sum skótaliðið átti, áðrenn tað datt niðurfyri, fyri einum 30 árum síðani.
Men hon var ikki at finna og nú høvdu tey mist vónirnar um at finna útgerðina aftur, og vóru farin at fyrireikað seg at útvega pening til nýggja útgerð.
Men nú tey fingu gamla skúlan í Nesi at vera í, varnaðust tey ein lítlan lemm, sum gekk út undir væðingina. Hann hevði ikki verið opin í eitt mannaminni, men tá ið skótarnir so av forvitni fóru at vita, hvat mundi liggja fjalt aftanfyri lemmin, funnu tey ein stóran trækassa við allari útgerðini hjá upprunaliga skótaliðnum í, bæði stormkøkar, gassbluss og annað.
Hesa vikuna er Skótahjálpin, at skótar savna pening inn til vælgerandi endamál og í hesum sambandi fara skótarnir í Hvalba at bjóða sær til at vaska bil fyri fólk, sigur Rúni Thomsen.










