Nú verða tað hesir

Nátatíðin nærkast, og teir fyrstu nátungarnir verða nú skjótt at síggja á sjónum.

 

Tað er ein spennandi tíð, sum nú stundar til hjá teimum, sum plaga at taka nátunga. Í dag er 23. august, og nú ganga ikki nógvir dagar aftrat, til teir fyrstu nátungarnir verða at síggja á sjónum.

Nær fuglurin flýgur úr berginum, veldst ivaleyst eitt sindur um veður og vind, og kanska kann tíðin, nær ungin er floygdur, eisini vera knýtt eitt lítið sindur at búningini. Men, um nakrar fáar dagar er nátungatíð.

Tá næsta vikan verður hálvrunnin, skuldil fuglur verið at fingið á sjónum, um veðrið annars er til vildar. Vanliga verður nátungi tikin á sjónum eina góða viku út í septrember ella so, um veðrið heldur sær.