– Tað er eitt sindur løgið, at tað er eingin myndugleiki, sum kann krevja av einum kommunalum samstarvi, at tey skulu halda landsins lógir.
Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar, sum nú hevur gjørt av at stevna stýrinum fyri eldrasamstarvið í Sandoynni.
– Vit kunnu ikki góðtaka, at okkara limir, sum søkja eitt starv onga grundgeving fáa, um teir ikki fáa starvið, sigur Óluva í Gong.
Hon sigur, at tað er brot á fyrisitingarlógina og tað er vánaligt at fara soleiðis við fólki.
Tí fer felagið nú at stevna stýrinum fyri eldrasamstarvið í Sandoynni, tí stýrið ikki hevur grundgivið fyri, hví tveir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfelagnum vórðu vrakaðir, tá ið starvið sum økisleiðari í eldrasamstarvinum skuldi setast fyrr í ár.
– Ein heilsurøktari varð sett í starvið sum leiðari og Felagið vildi hava eina grundgeving fyri, hví ein heilsurøktari varð tikin fram um tveir sjúkrarøktarfrøðingar til eitt leiðslustarv.
– Báðir sjúkrarøktarfrøðingarnir klagaðu um tørvandi grundgeving, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heldur seg til frágreiðingina frá Løgtingsins Umboðsmanni, sum í fleiri førum hevur funnist at, at stýrið ikki hevur givið nøktandi grundgeving til teir báðar frávaldu limirnar í felagnum.
– Í fyrsta lagi var kært til Innlendismálaráðið og síðani til Løgtingssins Umboðsmann. Niðurstøðan hjá Umboðsmanninum var, at stýrið fyri eldrasamstarvið í Sandoynni skuldi viðgera setanartilgongdina av nýggjum, men stýrið avgjørdi ikki at gera meiri við málið.
– Samstundis staðfesti Innlendismálaráðið, at kommunala eftirlitið ikki hevur eftirlit við kommunalum samstørvum so sum eldrasamstørvunum, tí ber ikki til hjá Innlendismálaráðnum at krevja eina nýggja viðgerð.
– Tað er eitt sindur løgin støða, at eingin myndugleiki er, sum kann krevja av einum kommunalum samstarvi, at tey skulu halda landsins lógir, sigur Óluva í Gong.
– Fyri okkum stendur eftir, at tað var brot á fyrsitingarlógina, at umsøkjarar ikki fingu grundgeving, tí vilja vit hava rættin at taka støðu til, um framferðarhátturin hjá stýrinum var í lagi, sigur Óluva í Gong.