Tað verður munandi dýrari at ogna sær eitt pass í framtíðini. 1. november hækka nevniliga prísirnir munandi hjá fleiri aldursbólkum. Tað skrivar Kringvarpið í dag.
Fyri aldursbólkin 18-67 ár hækkar prísurin við 50 prosentum, soleiðis at prísurin framyvir verður 600 krónur fyri eitt pass. Núverandi prísurin er 400 krónur.
Talan er eisini um eina hækking á 200 krónur hjá fólkapensjónistum, ið framyvir skulu rinda 350 krónur í staðin fyri 150 krónur fyri eitt pass.
Tey, ið eru yngri enn 18 ár, nýtast tó ikki at skunda sær at bíleggja nýggj pass, tí prísurin verður verandi tann sami, nevniliga 150 krónur, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.










