Nú verða hálvfinalurnar í steypakappingini

Hósdagin hevði kappingarnevndin hjá FSF fund við tey fýra feløgini, sum eru eftir í kappingini um Løgmanssteypið, og eftir fundin gjørdin nevndin av, hvussu tað skal spælast í seinastu dystunum í steypakappingini. Tvær hálvfinalur verða spældar, hóast trý av fýra feløgum vóru sinnað at spæla eina hálvfinalu á uttanveltaðum vølli. Fyrra hálvfinalan verður spæld mikudagin 20. september og tann seinna mikudagin 27. september. Dystirnir í hálvfinaluni eru Skála-KÍ og EB/Streymur-B36.
Finalan í steypakappingini verður spæld sunnudagin 1. oktober. Tá skuldi annars eitt umfar í Formuladeildini spælast, men tað verður flutt til mikudagin 18. oktober.