Nú verða føroyameistararnir funnir

TÍÐINDASKRIV

Ólavsøkan stendur fyri durum, og við henni endar kappróðrarárið. Nakrir føroyameistarar eru longu funnir, men í fleiri førum verða meistararnir ikki kosnir, fyrr enn síðsta takið er tikið.
Hesa ferð verður tað nýggi mentamálaráðharrin, Annlis Bjarkhamar, sum fer at handa vinnandi bátum ognarsteyp og heiðursmerki. Og eins og í fjør er tað Føroya Bjór, sum letur heiðurslutirnar.
Við vón um ein spennandi ólavsøkuróður ynskir Róðrarsamband Føroya bæði kappróðrarfólki og áskoðarum eina góða ólavsøku.