Nú verða el-rennihjólini royndarkoyrd í Danmark

Tað er ymiskt, hvussu danir taka ímóti grønu Lime-rennihjólunum

Seinastu tíðina hevur nógv tos verið í donskum miðlum um tey grønu elektrisku Lime-rennihjólini. Líknandi rennihjól hava roynst sera væl í stórbýum í øðrum londum, og nú er tíðin komin at royna tey í Danmark av álvara. Mann hevur tí innført eina royndarskipan, sum gevur fólki loyvi til at koyra á elektrisku rennihjólunum á donsku súkklubreytunum.

 

Ferðin á rennihjólunum má í hægsta lagi vera 20 km/t, og annars eru somu reglur galdandi sum hjá súkklistum. Eitt aldursmark á 15 ár er ásett. 

 

Men elektrisku rennihjólini fáa summi at øtast. DR.dk skrivar, at lastbilførarar og ferðslugranskari stúra fyri, at elektrisku rennihjólini fara at bera við sær vandamiklar støður í ferðsluni. Avbjóðingin við súkklistunum er nóg stór framman undan, og at fáa eina nýggja týpu av trafikkantum økir um vandan fyri óhappum í ferðsluni. Formaðurin í súkklufelagnum í Århus sær eisini eina avbjóðing í, at ferðslan fer at økjast á trongu súkklubreytunum. 

 

Ferðslumálaráðharrin, Ole Birk Olesen, deilir ikki somu fatan av nýggja ferðsluhættinum. Hann sær el-rennihjólið sum eitt stuttligt, gott og trygt førslutól, sigur hann við DR.

 

Skipanin er sera smart og einføld - rennihjólið hevur ongan fastan “basa”. Mann finnur tey á gøtuni, og tá mann er liðugur við at brúka tað, so stillar mann tað, har mann vil. Atgongd fæst til rennihjólini gjøgnum eina app, og tey verða lødd á privatum løðistøðum.