Higartil hevur José Mourinho ikki havt eitt gott eyga til Bastian Schweinsteiger, og hann hevur ikki lovað honum at vant við besta liðnum yvirhøvur í hesum kappingarárinum.
Eftir fýra Premier League-dystir á rað uttan ein sigur, hevur Mourinho nú valt at rista posan, og í dag vandi 32 ára gamli týski miðvallarin við besta liðnum fyri fyrstu ferð undir nýggja venjaranum.
Nógv bendir á, at Schweinsteiger nú aftur er inni í myndini til at spæla við besta liðnum, men hann er ikki skrásettur til evropeisku dystirnar og verður tískil ikki við í Europa League-dystinum ímóti Fenerbahce hóskvøldið.
Bastian Schweinsteiger hevur spælt 31 dystir fyri Manchester United síðani hann í juli í fjør varð keyptur fyri 119 milliónir krónur úr Bayern München.










