Nú venur Jákup í Leeds

Fótbóltur: Landsliðsmálverjin fór avstað sunnukvøldið, og hann skal venja saman við Niegel Martyn inntil fríggjadagin

Nú er tað veruleiki, sum ikki so lítið hevur verið at hoyrt um hesar báðu seinastu mánaðirnar. Føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, er í hesi vikuni í Leeds, har hann venur saman við Niegel Martyn.

Málverjin hjá Leeds er ikki hvør sum helst. Hann vardi málið, tá eingilska landsliðið fyri einum góðum mánaði síðani spældi síðstu EM undankappingardystirnar ímóti Luksemburg og Póllandi, og hann kappast við málverjan hjá Arsenal, David Seaman, um plássið millum stólparnar á landsliðnum, sum miðskeiðis í november skal spæla tveir dystir ímóti Skotlandi.

Jákup Mikkelsen kom til Leeds í fyrrakvøldið, og hann vandi við 1. deildarhópinum í gjár. Ætlanin er, at hann eisini skal venja í dag, í morgin, hósdagin og fríggjadagin, og hann kemur aftur til Danmarkar fríggjakvøldið, soleiðis at hann kann spæla ímóti Silkeborg sunnudagin.

Málið við ferðini til Leeds er, at David O?Leary, stjórin og høvuðsvenjarin í Leeds, við egnum eygum kann meta um dygdirnar hjá føroyska málverjanum. Vit hava skilt tað soleiðis, at Leeds hevur hugsað um at keypa ein nýggjan eykamálverja, sum kann verja málið hjá teimum, uttan at tað fer at gera liðið veikari. Teir hava fingið at vita, at besti málverjin í donsku superliguni, sum endaði í juni, var Jákup Mikkelsen, og at hann er sáttmálabundin í Herfølge fram til 1. juli í ár 2000.


Faxe og O?Leary

Hvussu tað akkurát hevur gingið fyri seg at fáa avtaluna um royndarvenjing í lag, er okkum ókent, men tað er einki at ivast í, at tað eru teir báðir høvuðsmenninir í feløgunum, sum hava syrgt fyri hesum, tí teir kennast væl.

John Faxe Jensen, venjarin í Herfølge, spældi fyrrapartin av níti árunum í Arsenal. Tá var ein av liðfeløgunum hjá honum David O?Leary, sum nú er venjari hjá Leeds. O?Leary var sera nógv avhildin í Arsenal, har hann bæði var liðformaður og tann spælarin, sum til allar tíðir er tann, sum hevur umboðað stóra felagið í London oftast.

Vegirnir hjá Faxe og O?Leary skiltust, tá hesin seinni fór til Leeds at spæla. Tá Terry O?Neill gjørdi av at fara úr Leeds og taka av tilboðnum hjá Totthenham um at verða venjari hjá teimum, bleiv O?Leary spælandi venjari í Leeds. Seinni hevur hann sett skógvarnar á hillina, og hann er nú ein av mest virdu venjarunum í bestu deildini í Onglandi.

Eingilska fótbóltsverðin er ikki so ógvuliga stór, tí í síni tíð var tað O?Neill, sum aftaná EM í Svøríki í 1992 keypti John Faxe Jensen til Arsenal. Seinni varð venjarin ákærdur fyri at hava tikið ímóti mutri í sambandi við tann handilin, og hann misti rættin at vera venjari í eitt tíðarskeið.


Framúr felag

Tað er einki at taka seg aftur í, at eingin føroyskur fótbóltsspælari hevur nakrantíð verið í nánd av einari sovornari avbjóðing, sum henni, ið Jákup Mikkelsen nú er partur av.

Leeds verður mett at vera eitt av bestu feløgunum í Onglandi, og støðutalvan vísir, at tað er nógv í hesum. Sunnudagin var úrslitið hjá teimum á útivølli í Liverpool ímóti Everton 4?4. Hetta var ellivnti landskappingardysturin í hesum kappingarárinum, og tað var fyrsta ferðin, at Leeds spældi javnt. Hinar tíggju dystirnar hava teir fingið fult burturúr, og teir eru á odda í Premier Leauge.

Lønirnar í bestu eingilsku deildini eru ógvuliga høgar. Um tað skuldi eydnast Jákupi Mikkelsen at fingið sáttmála við Leeds, so er tað einki at ivast í, at lønin hevði verið á einum sovornum støði, sum eingin annar føroyskur fótbóltsspælari hvørki hevur verið ella er á.


Herfølge vil selja

Í fyrstu atløgu skal Jákup Mikkelsen undir venjingini í hesi vikuni sannføra teir í Leeds um, at hann er nóg góður at verja málið hjá fremsta liðnum í Premier Leauge. Og um tað eydnast, so skal Leeds samráðast bæði við Herfølge og við Jákup Mikkelsen.

Herfølge hevur sáttmála við Jákup Mikkelsen fram til 1. juli komandi ár. Stjórin í felagnum, Kenneth Wegner segði við Ítróttarsosialin í summar, at hann roknaði við, at teir fóru at selja Jákup eina ferð seinni í ár. Fyri Herfølge er tað týdningarmikið at selja Jákup, meðan teir enn hava sáttmála við hann, tí eftir 1. juli komandi ár kunnu teir ikki fáa pengar fyri málverjan.

Vit hava skilt, at tað hava verið samráðingar ímillum Jákup Mikkelsen og Herfølge um at leingja samstarvið, men at tað higartil ikki er vorðið til meiri enn prát.