Føroyska fótbóltslandsliðið skal leygardagin spæla móti Andorra í HM 2018 undankappingini. Ferðalagið fleyg til Barcelona týsdagin, og koyrdi síðani víðari til Andorra við bussi Ein túrur, sum tók áleið tríggjar tímar.
Les eisini: Gummiavbjóðingin í Andorra
Andorra liggur á markinum millum Spania og Frakland. Høvðusstaðurin liggur í einum dali og tað eru fjallatoppar báðu megin við. Natúran er vøkur at hyggja at, gøturnar smalar og hæddarmetarnir telja skjótt upp, um tú fert ein túr runt í býnum.
Tjóðarleikvøllurin, Estadi Nacional, liggur mitt í høvðusstaðnum Andorra la Vella, og hevur pláss fyri 3.306 áskoðarum. Sermerkt við leikvøllinum er, at talan er um graslíkisvøll, ið er av heldur gamla slagnum, sum vit høvdu fleiri av fyri fáum árum síðani. Størsti kritikkurin er, at tað er torført at spæla bóltin á heldur vánaliga undirlagnum.
Í dag merkist, at tað nærkast til stóru løtuna, tá spælararnir leygardagin klokkan 17 fara á vøllin. Merkið er vundið á stong á Estadi Nacional. Eisini væntast, at upp í móti hundrað føroyskir áskoðarar koma til Andorra í morgin.
Landsdysturin millum Andorra og Føroyar verður beinleiðis á Rás2.