Heilsufrøðiliga Starvssstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av smøri ella margarini. Talan er um »Naturli´økologisk smørbar« 225 gramm, og orsøkin til ávaringina er, at mjólkarúrdráttur er í tí, hóast tað stendur á pakkanum, at talan er um úrdráttir úr plantum burtur av, og at eingin mjólk er í.
Talan er um sendingina, sum heldur sær til 30. august í ár til 27.november í ár. EAN strikukotan er 5701977062118.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at fólk, sum ikki tola mjólk, tola ikki hetta smøri, ella margarini, tí vandi er fyri, at tey fáa eitt herðindi av ovurviðkvæmi. Tì eiga tey at beina fyri tí, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.
Hinvegin kunnu tey, sum ikki eru ovurviðkvom fyri mjólk, saktans eta tað.