Nývaldi dómprósturin og ólavsøkuprædikan

Kl.11.00 ólavsøkudag fóru tingfólk og prestar vanligu skrúðgonguna úr Tinghúsinum oman í Dómkirkjuna til ólavsøku-Gudstænastu.

Hetta er ein afturvendandi hending, sum ólavsøkugestir gleða seg til at uppliva, ikki minst fremmandu gestirnir, sum koma hendavegin hesa tíðina á árinum. Tað er eisini ein prýðilig sjón at síggja Føroya løgman og løgtingsformannin, báðir í føroyskum búna, og føroya biskup, í sínum fínasta bispaskrúði, ganga á odda hjá landsins lóggevandi og útinnandi valdi og leiða hesi inn í Dómkirkjuna til eitt Guds orð.
Tað var gott veður ólavsøkudag, so nógv fólk hevði leitað sær oman á Tinghúsvøllin at uppliva tað, sum ólavsøkuskráin hevði at bjóða frá kl.11.00 og nakrar tímar fram.
Einastu sitiplássini, sum vóru eftir í Dómkirkjuni, tá skrúðgongan kom inn, var inni í kór. Kirkjan var fullsett, sum eisini er vanligt á ólavsøku. Tíðindamaðurin hjá Kringvarpinum, sum var á staðnum, upplýsti, at fleiri útlendingar vóru til gudstænastuna, og at tað er vanligt, at so er. Millum útlendsku gestirnar var amerikanski sendiharrin í Danmark, Laurie S. Fulton, sum var í fylgi við borgarstjórahjúnunum, Hjørdis og Heðin Mortenesen.
Har frammi í kór sessaðust so prestar, løgtings- og landsstýrisfólk, meðan nývaldi dómprósturin, Uni Næs, tók støðu á prædikustólinum. Tað var Uni Næs, sum varð tann, ið fekk heiðurin at prædika fyri landsins høga tingi hesa ólavsøku. Hetta er hansara fyrsta ólavsøkuprædika sum dómpróstur, og tað er óivað í kraft av tí, at hann varð kosin at halda ólavsøkuprædikuna á hesum sinni.

Prædikan
Prædikuteksturin var úr Jóhannes evangeliið kapitul 12. og ørindini 24-26. Evnið var hitt eina hveitikornið, sum fellur í jørðina og harvið gevur nógvan ávøkst. Dómprósturin innleiddi prædikuna við eini hugleiðing um hvat ólavsøkudagurin eisini merkir: »Ólavsøkudagurin er dagurin har føroyingar steðga á. Hetta er tjóðardagurin, tá fólkið stevnir saman í álvara og í gleði. Hetta er dagurin har Gudstrúgv og lóggáva seta sín dám. Dagurin vit eru tilvita sum fólk og tjóð. Dagurin har vit lata gomlu kristiligu virðini tala til okkara inn í eitt nýtt ættarlið og eina nýggja tíð. Dagurin har landsins kosnu kvinnur og menn byrja nýggja tingsetu at arbeiða fyri fólkið, sum her býr. Hetta er eisini dagurin har vit fegnast um landið vit búgva í og eru takksom.«

Síðani prædikaði dómprósturin um lítla hveitikornið, sum fellur í jørðina og doyr, men, sum júst tí, ber nógvan ávøkst. Hann nevndi um Jesus, sum doyði eins og hveitikornið, og ávøksturin eru øll tey, sum trúgva á deyða hansara. Eisini nevndi hann breiða myndatýdningin, sum hveitikornið hevur, bæði í okkara andaligu og tímiligu viðurskiftum. Hann nevndi m.a., at tað, sum vit menniskju gera, lítið ella stórt, verður sum hveitikornið, ið fellur í jørðina og ber ríkan ávøkst, tá vit doyggja frá egnum snildi og egnum vilja. »Dupulta kærleiksboðið um at elska Gud og at elska næstan, hevur ikki altið bestu sømdirnar, táið avgerðirnar skulu takast,« segði dómprósturin.

Gudstænastan liðug
Tá Gudstænastan var liðug, fór skrúðgongan sama veg sum hon kom og stillaði seg, sum vanligt er, undir tinghúsinum, meðan Ólavur Hátún stjórnaði ólavsøkukórinum, sum í góðveðrinum fylti míðbýin við sínum vakra kórsangi við løgum av tónaskaldinum Waagstein, sum fyri 80 árum síðani kom við hugskotinum at hava kórsang og kantatu uttan fyri Tinghúsið. Hesin siður hevur verið hildin í æru til dagin í dag.

Síðani fóru løgtingsfólkini inn í tinghúsið, har løgtingsformaðurin setti nýggju tingsetuna og løgmaður, Kaj Leo Johannesen, helt løgmansrøðuna, sum er hansara næsta. Nú er bert eftir at ynskja, at lærdómurin í hveitikorninum, eisini vil spíra á Føroya løgtingi. Um so er, hevur Føroya fólk vunnið nógv við ólavsøkugudstænastuni 2010.
Teir lýða á kórsangin á Tinghúsvøllinum