Karl Jóhan Nielsen heldur fram sum formaður í Krígssavninum. Tað er greitt, eftir at nýggja nevndin hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg eftir aðalfundin mánakvøldið.
Fyri vali hesaferð stóðu Karl Jóhan Nielsen og Poul Arni Jacobsen. Karl Jóhan Nielsen tók við afturvali, men Poul Arni Jacobsen bar seg undan og varð í staðin valdur sum tiltakslimur.
Klæmint Weihe, sum frammanundan hevði verið tiltakslimur, varð síðan valdur sum nevndarlimur, og sum nýggjur tiltakslimur varð valdur Petur Elias Nielsen.
Nýggja nevndin sær nú soleiðis út: Karl Jóhan Nielsen, formaður, Dánjal Poulsen, næstformaður, Marna Jacobsen, skrivari, Fróði Poulsen, peningarøkil og Klæmint Weihe, nevndarlimur.
Tiltakslimir eru Poul Arni Jacobsen og Petur Elias Nielsen.
Í síni formansfrágreiðing fegnaðist Karl Jóhan Nielsen um, at friður nú valdar um framtíðina hjá Krígssavninum, tí samstarvið við Mentamálaráðið, Tjóðsavnið og Fornminnisnevndina er vorðið av tí besta.
- Tó at tepurt er við pengum, gongur arbeiðið at umvæla SOR-bygningin við flogvøllin framá, og tað liggur nú púra fast, at tað verður í SOR-bygninginum, at Krígssavnið kemur at húsast, verður sagt frá aðalfundinum.
Úr erva eru tey á viðheftu mynd hesi: Karl Jóhan Nielsen, formaður, Klæmint Weihe, nevndarlimur, Poul Arni Jacobsen, tiltakaslimur, Marna Jacobsen, skrivari, Petur Elias Nielsen, tiltakslimur, Fróði Poulsen, peningarøkil, og Dánjal Poulsen, næstformaður.