Nýval í Ísrael

   

Ísraelsmenn skulu á val tann 4. februar at velja nýggj umboð í tjóðartingið Knesset.

Avgerðin um at skriva út nýval varð tikin, eftir at tað miseydnaðist Ariel Sharon, forsætisráðharra at halda fram við Likud-stjórnini. Sharon royndi at leita sær stuðul hjá tí víðgongda høgraflokkinum Tjóðskaparlig Eind, men flokkurin sýtti fær at arbeiða saman við einari stjórn, sum hevur viðurkent, at palestinar skulu fáa sítt egna ríki.

Sharon hevði tí ikki annað í at velja enn at biðja Moshe Katsev, forseta skriva út nýval.

Nýval var eisini kravið hjá floksfelaga Sharons, Benjamin Netanyahu, sum segði seg vera sinnaðan at taka við sum uttanríkisráðharri, men bert um Sharon samstundis gekk við til at skriva út nýval um stutta tíð. Politiskir eygleiðarar í Jerusalem siga, at kravið hjá Netanyahu hevur uttan iva samband við ætlan hansara um at taka við sum formaður í Likud-samgonguni eftir Sharon og harvið eisini gerast forsætisaráðharraevnið hjá samgonguni.

Veljarakanningar hava fyrr víst, at Netanyahu fær størri undirtøku millum ísraelsmenn enn Sharon.

Stjórnarkreppan í Ísrael tók seg upp, tá Arbeiðaraflokkurin tók seg úr stjórnini í síðstu viku.


MYNDATEKSTUR:

Ariel Sharon hugsunarsamur við borðið í Knesset. Men hann hevur eisini orsøk til at vera hugsunarsamur, nú veljararnir skulu taka støðu um framtíð hansara.