Nýval skjótast tilber

Løgtingið samtykkir sambært stýrisskipanarlógini, at løgmaður útskrivar nýval til Løgtingið skjótast tilber, siga Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í uppskoti

 


Tingmenninir Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard vegna Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin skjóta nú upp, at løgmaður skrivar út nýval.

Í viðmerkingunum, siga flokkarnir báðir, at sitandi samgonga millum Fólkaflokkin, Tjóðsveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin varð skipað eftir løgtingsvalið 30. apríl 1998. Samgongan setti sær fyri, at Føroyar skuldu skipast sum fullveldi (suverenur statur) eftir eini skipaðari ætlan. Somuleiðis varð boðað frá, at samráðingarúrslitið um føroyskt fullveldi fyrst skuldi leggjast fyri Løgtingið og síðani leggjast út til eina fólkaatkvøðu.

? Tað er ikki smávegis av politiskari orku, sum henda fullveldisætlan hevur brúkt. Somuleiðis hevur henda ætlan eisini brúkt ótrúliga nógva embætisliga orku her heima, umframt at ein røð av útlendskum serfrøðingum av ymiskum slagi hava verið brúktir. Og sum ein beinleiðis fylgja av hesum eru stórar peningaligar upphæddir brúktar, umframt at ein røð av øðrum týdningarmiklum málum liggja á láni.


Tekur ikki av treytunum

? Í dagliga politiska orðaskiftinum hevur landsstýrið lagt almiklan týdning í, at fullveldið ikki skal fáa avleiðingar fyri vanliga føroyingin, hvørki so ella so. Eftir fýra drúgv samráðingarumfør stendur tað nú greitt, at landsstýrið ikki vil taka av teimum treytum, sum eru komnar fram undir hesum samráðingum. Teirra millum er ein búskaparlig skiftistíð upp á fýra ár, umframt at rættindi føroyinga í Danmark í besta lagi verða á hædd við rætttindini hjá øðrum norðurlendingum.

? Staðfestast má við øllum rættvísi, at fullveldisætlanin hjá landsstýrinum er koyrd føst. Møguleikin til at taka fullveldi er til staðar, men landsstýrið og samgongan vil ikki ganga undir teytirnar, sum fylgja við.

? Tá ein stjórn hevur lagt so nógva orku og so nógvan pening í eina einstaka politiska ætlan, og henda ikki ber boð í bý, so er heilt vanliga mannagongdin í øllum framkomnum, demokratiskum samfeløgum, at stjórnin letur støðuna fáa politiskar avleiðingar, antin við at stjórnin leggur frá sær, ella at val verður útskrivað.


Løgfrøðiligar tulkingar

? Í staðin hevur landsstýrið nú snarað øllum tosi til bara at snúgva seg um løgfrøðiligar tulkingar á statsrættarligum og fólkarættarligum grundarlagi. Líkt er somuleiðis til, at menn nú, í staðin fyri at taka eina fólkaatkvøðu um veruligu treytirnar fyri einum føroyskum fullveldi, heldur vilja hava Føroya fólk at taka støðu til ein heilt annan spurning. Landsstýrisins greiða fráboðan frá fyrsta degi hevur annars verið, at tað er tann lidni sáttmálin millum Føroyar og Danmark, sum skal til fólkaatkvøðu, aftaná at hann er samtyktur á Løgtingi.

? Men við eitt og hvørt løgtingsval tekur Føroya fólk støðu til framtíðar tilgongdir á øllum samfelagsligum økjum - eisini tí ríkisrættarliga.

? Tískil mæla Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin til, at løgtingsval verður útskrivað sum skjótast, soleiðis at Føroya fólk kann velja eina nýggja tingmanning, sum síðan kann skipa samgongu, sum kann skapa aftur virðilig og ábyrgdarfull viðurskifti í ríkisfelagsskapinum og finna eina loysn á ríkisrættarliga spurninginum, siga flokkarnir báðir í viðmerkingunum til uppskotið.