Nýval kemur ikki upp á tal

Løgmaður ætlar sær ikki at fylgja tilmælinum frá samgongufelaganum, Helenu Dam á Neystabø, um at umhugsa nýval. Anfinn Kallsberg metir politisku støðuna vera trygga

 

Stendur tað til løgmann, verður einki løgtingsval fyrr enn um eitt ár. Løgmaður ætlar sær ikki at fylgja ráðunum frá Helenu Dam á Neystabø um at umhugsa nýval.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna Sjálvstýrisfloksins, segði við Sosialin fyri páskir, at stríðið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin í samgonguni er vorðið til eina landaskomm, har báðir stóru samgonguflokkarnir bera seg at sum smábørn. Helena Dam á Neystabø, sum sjálv er partur av samgonguni, helt tí, at løgmaður eigur at umhugsa, um føroyski veljarin skal sparast fyri einum valári.


Skilir ikki Helenu

Men Anfinn Kallsberg, løgmaður, skilir ikki, hví Helena Dam á Neystabø kemur við slíkum útsagnum.

? Tað, sum gongur fyri seg í samgonguni, er at ójavnin millum vinstra og høgra í føroyskum politikki kemur til sjóndar, tá tað um búskaparpolitikk ræður. Helena kann ikki vænta sær, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin skulu vera púra samdir um alt innan búskaparpolitikk. Heldur hon tað, hevur hon lært lítið í politikki, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg sigur, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin yvirodnað eru samdir um, hvussu vit skulu menna føroyska búskapin til ein sjálvberandi búskap fyri einar sjálvstøðugar Føroyar. Men, at tær ósemjur, ið koma fram í fjølmiðlunum, eru púra náttúrligar í einum samstarvi millum Fólkaflokkin til høgru og Tjóðveldisflokkin til vinstru.

Tað kemst kortini ikki uttan um, at stórar politiskar ósemjur hava verið innanhýsis í samgonguni í langa tíð. Og fleiri av hesum ósemjum hava verið so mikið stórar, at tað hevur verið um reppið, at tær hava forkomt samgonguni. Men løgmaður heldur kortini, at politiska støðan í Føroyum er trygg, og at samgongan fer at halda.


Arbeiðið heldur fram

Heldur ikki heldur løgmaður, at nógvu ósemjurnar í samgonguni kunnu forða fyri, at samgongan kemur víðari við fullveldismálinum og øðrum málum, hetta árið, sum eftir er av valskeiðinum.

? Vit hava fingið nógv frá hondini hetta samgonguskeiðið, og eg ivist ikki í, at vit eisini fara at fáa nógv frá hondini afturat, eru greiðu boðini frá Anfinni Kallsberg, løgmanni.

Anfinn Kallsberg vísir á, at um Helena Dam á Neystabø ynskir nýval, kann hon royna at fáa uppskot um nýval reist í tinginum. Hann ætlar sær í øllum førum ikki so mikið, sum at umhugsa at skriva út nýval.