Løgmaður boyggir seg ikki. Og tað kemur heldur ikki upp á tal, at Fólkaflokkurin skrivar undir nakra av treytunum, sum Tjóðveldisflokkurin hevur sett.
So mikið tyktist greitt fyrrapartin hósdagin. Landið alt lá annars í spentari bíðistøðu eftir, hvat løgmaður og Fólkaflokkurin fóru at gera. Fólkaflokkurin viðgjørdi støðuna á fleiri fundum, og løgmaður hevur fingið fullan stuðul millum partamenninar á løgtingi og í landsstýri.
Anfinn Kallsberg vil hvørki vátta ella avsanna upplýsingarnar hjá Sosialinum um, at hann ikki vil ganga undir nakra av treytunum, sum eru settir fram av Tjoðveldisflokkinum. Greitt er, at fleiri fólkafloksfólk hava ávarað hann um at koma við nakrari umbering, og eingin vil hoyra talan um, at onkur annar verður løgmaður í samgonguni.
Nýval sannlíkt
Tað ljóðar annars, at hann var hugaður at geva eina veika umbering, men av ótta fyri at hann samstundis setir seg sjálvan í ringt ljós, tí hann sostatt viðgongur at hava misbrúkt sítt embæti, so hevur hann slept tí møguleikanum.
Sostatt bendir nógv á, at nýval er um at gerast tann mest sannlíki útgangurin á stjórnarkreppuni, sum hevur tikið seg upp, eftir at bókin »Skjót journalistin« er útkomin. Løgmaður hevur fullan rætt at skriva út nýval, tá hann heldur tað vera rætt, og tað kann eins væl henda í dag sum í morgin.
? Politikkur er ein vandamikil verð. Tá ið tingini henda, so henda tey skjótt, men annars havi eg onga viðmerking til tínar metingar, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður.
Hann vísir bara til stýrisskipanarlógina, sum hann hevur liggjandi framman fyri sær á skrivaraborðinum í Løgmansskrivstovuni í Tinganesi. Sambært henni vísa seg tríggir upplagdir møguleikar, um eitt val gerst úrslitið av fastlæstu støðuni.
Tríggir møguleikar
Løgmaður kann sjálvur skriva út nýval. Tað ger hann við at handa løgtingsformanninum eitt skriv og lýsa eina kunngerð. So er løgtingsval um seks vikur. Keldur í Fólkaflokkinum siga tó við Sosialin, at løgmaður helst himprast við hendan møguleikan, tí so eru tað hansara persónligu viðurskifti, sum hava útloyst eitt val.
Í staðin kann Fólkaflokkurin so leggja uppskot fyri løgtingið um eitt nýval. Tað gevur eisini flokkinum møguleikan at fáa eitt rokmikið kjak fyri opnari mikrofon ? a la misálitið á Jørgen Niclasen ? har flokkurin fær vart síni sjónarmið, uttan at pressan klippir og kutar í útsagnum.
Triðji møguleikin er, at eitt misálit verður reist. Tað skal eisini viðgerast í løgtinginum. Innan eina viku eftir misálitisuppskotið er samtykt, hevur løgmaður møguleikan at útskriva valið.
Sostatt hevur løgmaður stórt vald at avgera, hvussu landið liggur. Tað er gjørt fyri at hava javnvág millum útinnandi og lóggevandi valið.
Politiskt vaakum
Góðar keldur siga annars, at tað er merkiliga friðarligt á politiska vígvøllinum, hóast nógv stendur á. Tað kann vera ein fráboðan um ódnina, sum kemur. Eitt sindur av sambandi hevur verið tvørtur um floksmørk, men tað hevur einki úrslit givið.
Sosialurin veit, at Fólkaflokkurin stillisliga hevur spurt seg fyri hjá Javnaðarflokkinum. Teir droyma um eina minnilutastjórn, tryggjað av smáu flokkunum, sum eisini hevur tiltalað javnaðarfólk. Men Javnaðarflokkurin aftrar seg við at bjarga løgmanni. Okkurt óformligt samband hevur eisini verið millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, men har er ikki so nógv at tosa um, tí Tjóðveldisflokkurin hevur sett so harðar treytir, sum eru ringar at víkja frá.
Spurningurin er, hvat Tjóðveldisflokkurin ger, um einki hendir. Tað ljóðar, at eitt evstamark verður ásett, men tað fekst ikki svar uppá, áðrenn blaðið fór til prent.
MYNDATXT
Nýval liggur fremst fyri í løtuni, men áðrenn tað kemur so langt, roynir Fólkaflokkurin at telva seg fram til aðrar møguleikar
Mynd: Jens K. Vang










