Nýval er kanska felags projektið

Ikki sørt løgnar útmeldingar, sum kom frá samgonguflokkunum.


Outsidarin í Sambandsflokkinum, Magni Laksafoss, segði við Sosialin í gjár, at samgongan klárar ikki at loysa trupulleikarnar í samfelagnum, og tí er neyðugt við broytingum. Hann segði, at ein loysn kundi verið at gjørt eitt nýtt samgonguskjal.

John Johannessen, politiski formaður Javnaðarfloksins, hevur boðað frá, at skal samgonguni verða lív lagað, so má hon hava eitt projekt at verða felags um. Men hetta projektið hevur John Johannessen ilt við fáa eyga á.

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, segði við Rás2 í gjár, at val er í eygsjón, og hann kann væl ímynda sær, at løgtingsval verður útskrivað fyri 1. apríl, tí hann væntar ikki semju um fíggjarlógarkarmin.

Meðan næstu menn løgmans soleiðis leika í, so er løgmaður kúrrur. Løgmaður vil treyðugt skriva út nýval, og hann heldur uttan iva, at samgongan hevur tað gott. Men hjá øllum øðrum uttan løgmanni er ilt at fáa eyga á eitt samgongustev. Fólk hava ilt við at ímynda sær, at hesir tríggir flokkar klára skerini.

Gamaní kundi landsstýrið verið umskipað. Løgmaður kundi gjørt tað sama sum Lars Løkke Rasmussen gjørdi við at skifta nógvar ráðharrar út og broyta samgonguskjalið. Men tað er valla hugsandi, at tað er tað rætta.

Hinvegin hevði borið til, at onkur flokkur varð skiftur út - og Tjóðveldisflokkurin slapp framataftur. Hóast sagt verður, at leiðandi persónar í Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum ikki kunnu vera í stovu saman, so vita vit, at alt ber til í politikki.

Í seinastu kreppuni leitaðu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin saman. Tað var eftir eitt eljustríð um høgra- og vinstrahugsjónir gjøgnum øll áttatiárini, at Alti Dam og Jógvan Sundsstein kastaðu saman um fyrstu tvey-flokkasamgonguna síðani 1950. Og Javnaðarflokkurin kundi saktans fegnast um úrslitið: Arbeiðsloysisskipan varð sett á stovn, Samhaldsfasti varð samtyktur og settur í verk, bankarnir blivu tjóðartikinir, um man so má siga.

Hetta vísti, at tað tá bar til hjá teimum at hava projekt at verða felags um. Tað er kanska trupulleikin hjá allari samgonguni í dag. Vit kunnu bara gita um, hvat tað merkir, at uttanríkisráðharrin - og fólk ovarliga í hansara umsiting - tosa um nýval fyri 1. apríl. Men ja, kanska eitt løgtingsval hevði loyst knútin - sum eitt felags projekt?

-----
Sosialurin