1. november var fólkatalið í Føroyum 50.358 fólk, og tað var ein vøkstur á 1,3 prosent samanborið við somu tíð eitt ár frammanundan.
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 206 fólkum, í Eysturoy við 166 fólkum og í Streymoyar økinum uttan fyri høvuðsstaðin við 105 fólkum.
Lutfalsligi vøksturin var nógv størstur í Vága sýslu við 2,6% og í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 2,3%.
Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Av fólkavøkstrimum hetta 12-mánaðarskeiðið tekur Tórshavnarøkið 31%. Samanbera vit við undanfarna 12-mánaðarskeiðið stóð Tórshavnarøkið fyri heili 56%.
Nú tekur Tórshavnarøkið sostatt ein nógv minni part av fólkavøkstrinum enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum. Lutfalsliga er parturin hjá Tórshavnarøkinum minkaður næstan í helvt, meðan onnur øki hava økt munandi um sín part, serliga Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin og Vágar.
Vøkstur í fólkatalinum (nov.2016-nov. 2017)
Norðoyggjar: +1,3%
Eysturoy: +1,5%
Steymoy (uttan Tórshavnarøkið): +2,3%
Tórshavnarøkið: +1,1%
Vágar: +2,6%
Sandoy: +0,2%
Suðuroy: +0,5%