Nú vakni øll úr svøvni glad...

Omanfyrinevndi var fyrsti sálmur til morgunandaktina í morgun. Beint áðrenn frættu vit í tíðindunum, at nú skuldi málið um tey trý uppsøgdu á Matrikkulstovuni leggjast fyri Løgtingsins Umboðsmann.

Ivist í, hvussu glað hesi trý eru fyri at vakna í morgun. Tað tykist ilt at fáa skil á hesum máli. Fólkini eru limir í Starvsmannafelagnum, og knappiliga kom ein tíðindastubbi um, at tey ikki vóru vard av almenna starvsfólkapolitikkinum. Harumframt tykist málið heimleyst og skal í býin til løgfrøðiliga meting. Hava vit í landinum starvsfólk, ið bera brek, ið eru undirgivin serligar og verri reglur enn hini, so snýr hetta mál seg eisini um mannarættindi.

Rúsdrekkapolitikkurin á almennum arbeiðsplássum er fyri øll - eisini tey, ið ikki drekka og sama er við roykipolitikkinum. Almennur starvsfólkapolitikkur er fyri øll í starvi, og eru undantaksreglur kann tað bert snúgva seg um onkran, ið skal hava sersømdir t.e. betri sømdir.

Hetta er ein frammaná til øll, ið hava til arbeiði og visjón at skapa fólki møguleika til sjálvi at lívbjarga sær og sínum, so tey hava nakað at fara upp til hvønn morgun. Tað er ikki til at skilja at amboðskassin á hesum øki framvegis ikki er nøktandi. Eisini hevur tú hug at spyrja, um øll, sum eru í starvi hjá landinum ikki hava eitt setanarbræv har á stendur, hvørjar treytir tey arbeiða undir. Hvar er rúmligi arbeiðsmarknaðurin?