Nú vísa pílarnar aftur upp eftir

Lønargjaldingarnar í Føroyum eru aftir farnar at veksa nógv

Í november vóru lønirnar, 719 milliónir krónur goldnar í lønum.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Her er talan um árstíðarjavnað tøl. Tað merkir, at lagt er upp fyri sveiggjum, sum árstíðirnar kunnu elva til í virkseminum av ymsum slagi.

Hagstovan sigur, at hetta er triði mánaðurin á rað, at lønirnar vaksa.

Higartil í ár hava lønirnar sveiggjað um 700 milliónir um mánaðin men í november lyftu. Annars var stígur komin í vøksturin, men síðani í august eru pílarnar farnar at vísa upp eftir aftur.

Hagstovan sigur, at tølini vísa, at lønargjaldingarnar í fiski- og alivinnan høvdu eitt upplop, sum byrjaði á heysti í fjør, og kom í hæddina í februar í ár.

Síðan tá hevur fiski- og alivinnan havt afturgongd, men í oktober byrjaði framgongdin aftur og í november var tað í høvuðsvinnubólkinum fiski- og alivinnuni, at vøksturin var størstur.

 

Seinastu trý árini hevur byggivinnan havt stóran vøkstur, men nú tykist ferðin verða minkað, og tað var í byggivinnuni, at vøksturin var minst í november.

Bæði privatar og almennar tænastur hava eina javna óbroytta gongd, sum vísir ein lítlan vøkstur hvønn mánað.