Eg veit ikki, um starvsfólkini í Føroya størstu kommunu vóru einsamøll inni tann dagin, tey settu seg at spæla við eina nøgdsemiskanning fyri at vita, hvat hendi. Ella vildu tey bara gera kommunupápan glaðan, tí í stóru kommununi skuldu øll vera glað. Og tí helt onkur, at foreldrini í kommununi skuldu sleppa at fortelja, hvussu glað tey vóru fyri stovnarnar, har teirra børn blivu ansað.
Eg giti, at foreldrini vóru ordiliga stolt av at verða eftirspurd. Og á miðlunum gjørdu tíðindafólkini stór eygu, tá kommunan fortaldi um fína listan yvir, hvussu glað foreldrini vóru. Nakað fínur mundu hann vera, tí hann kostaði 200.000 krónur fortaldi kommunan.
Hetta var nemliga ein modernað kommuna, sum legði doyðin á at øll skuldu vita, hvat kommunan ger. Soleiðis var lógin í landinum, fortaldi kommunan, og vísti tíðindafólkunum tað minsta og glaðasta petti av fína listanum og koyrdi restina í lumman.
Tíðindafólkini kundu jú heldur ikki vita, at kommunan hevði lovað, ikki at siga tað fyri nøkrum, at summi foreldur ikki vóru so glað fyri ansingarstovnin. Men so blivu tíðindafólkini firtin og mintu á, at kommunur ikki máttu bróta lógina. So mátti kommunan slatra allíkavæl, og so blivur ansingarstovnarnir niðast á listanum keddir.
Alt tað skrivaðu tíðindafólkini, tí tey noyðast eisini at siga sannleikan. Tí situr fryntliga kommunan nú og lúnast í einum króki og sigur, at tíðindafólkini eru drøj og hava misskilt alt. Nú heldur kommunan nemliga slett ikki allíkavæl, at foreldrini hava forstand uppá, hvussu góðir ansingarstovnarnir hjá børnunum eru.
Eg veit ikki, um kommunan torir at fortelja tað fyri foreldrununum, tí so blíva tey heilt sikkurt øgiliga kedd.
Og kedd fólk høvdu eisini bara spilt spælið hjá kommununi, sum dámar so væl at spæla við nøgdsemiskanningar. Serliga um hon fær tað hugskot at kanna, hvussu væl borgararnir halda at kommunan dugir at gera nøgdsemiskanningar.