Næturnar verða kaldar

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og samregn, men seinnapartin klárar í, kortini okkurt æl. Hitin um 12 stig. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sum frá líður yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina lækkar í ein sunnan. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina dregur samanum. Hitin um dagin um 12 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein útsynning. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 6 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin makar í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl, um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 4 og 9 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein landnyrðing. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 5 og 9 stig.

 

Fríggjadagin

Hann frískar vindin í gul til stívt andøvsgul av landnyrðing, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur sólglottar, men um náttina dregur sum frá líður samanum. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.