Í Meksiko hevur løgreglan funnið ein tunnil undir markinum til USA, og hildið verður, at smuglarar hava nýtt tunnilin til at smugla rúsevni ígjøgnum. Higartil eru seks fólk tikin í málinum.
Tunnilin, sum er 300 metrar langur, var millum meksikanska býin Nogales og amerikanska býin Nogales í statinum Arizona. Í tunlinum, sum er tveir metrar breiður og tveir metrar høgur, er ein jarnbreyt, sum smuglararnir hava flutt plattar við rúsevni eftir, sigur løgreglan. Hildið verður, at tað eru serliga kokain og marihuana, sum er farið ígjøgnum tunnilin úr Meksiko til USA.
Meksikanska løgreglan hevur illgruna um, at teir seks tiknu menninir hava arbeitt fyri smuglarakongin Joaquin Guzman, sum har á leiðini gongur undir navninum "El Chapo". Hann sat í einum væl vardum meksikonskum fongsli, men slapp til rýmingar fyri tveimum mánaðum síðani.