Maxwell Parson hevur skelkað allan enska bankaheimin við einum higartil ókendum hátti at stjala pening. Saman við sínum harkaliði nýtti hann nevnliga MP3 spælarar til at taka upp elektronisku signalini frá eini sjálvtøku. Tá signalini vórðu umsett til tekst, høvdu Parson og felagar hansara øll neyðug data, og tí var eingin trupulleiki at stjala til samans 2 mió kr. frá ymsum kredit-kortum. Alt fekk tó ein enda, tá Parson av tilvild varð steðgaður, tí hann hevði brotið ferðslulógina. Tá kom løgreglan fram á følsk kredit-kort, og ein rannsakan í húsum hanara vísti seinni, at maðurin hevði 18 onnur kort heima, umframt útgerð at framleiða hesi við. Í rættinum varð Parson dømdur 32 mánaða fongsulsrevsing.










