Nýttu hermenn til royndir

Amerikanska tíðindastovan AP visti í gjár at siga, at amerikanski herurin nýtti 5.842 av sínum egnu hermonnum í ymsum royndum við hópoyðingarvápnum í seksti- og sjeytiárunum.

Skjøl, sum AP hevur fingið fatur á, vísa, at amerikanski herurin gjørdi royndir við drepandi nervagassi í Alaska og á Hawaii-oyggjunum, og at fleiri royndir eisini vórðu gjørdar við ymsum lívfrøðiligum vápnum. Eisini herflotin gjørdi tílíkar royndir. Serliga kavbátar vórðu nýttir til royndirnar, og í skjølunum sæst, at tílíkar royndir vórðu gjørdar í Norðuratlantshavinum og í Kyrrahavinum.

260 fyrrverandi amerikanskir hermenn vilja vera við, at teir fingu mein av royndunum, men tað avsannar verjuleiðslan í Pentagon. Men fleiri limir í Kongressini siga seg vera skelkaðar av tíðindunum hjá AP, og teir hava nú biðið Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra almannakunngera allar upplýsingar um tær vandamiklu royndirnar.