Løgreglan í Santa Maria í Brasil hevur tikið mannin, sum eigur náttklubban, sum eldur kom í um vikuskiftið. Meiri enn 230 ungfólk doyðu.
Umframt eigaran hevur løgreglan handtikið tann, sum hevði ábyrgdina av trygdini í náttklubbanum, og ein av tónleikarunum í bólkinum, sum spældi har hetta kvøldið. Tónleikarin er tikin, tí sum skilst var tað hann, sum brúkti fýrverkið, sum festi eld loftið í klubbanum.
Landasorg er í Brasil í dag og teir næstu dagarnar.










