103 fólk doyðu, tá eldur kom í ein náttklubba í russiska býnum Perm í gjárkvøldið. Nú krevur russiski forsetin, at teir, sum eiga náttklubban, verða revsaðir fyri grovt ósketni.
Russiaka løgreglan sigur, at eldurin stóðst av fýrverki, sum bleiv skotið inni í klubbanum.
Dmitrij Medvedev, forseti, sigur, at eigararnir hava víst so grovt ósketni, at teir skulu revsast.