Fleiri týðandi hendingar í yngstu søgu Týsklands fóru fram 9. november. Múrurin fall tann 9. november í 1989, Hitler royndi eisini at koma til valdið tann 09.11.1923. Eisini Ríkis-krystallnáttin, ið hoyrir til myrka partin av søgu Týsklands í 20. øld, var 9. november 1938.
Mismunirnir ímóti jødunum
Jødarnir í Týsklandi vóru stigvíst fyri mismuni í 1930-unum. Eittnú var teimum ikki loyvt at vera í almennum størvum síðani valið í 1933. Vegna sokallaða „jødaboykottið“ í apríl 1933 var torført at útinna sjálvstøðugt arbeiði, eittnú læknar, løgfrøðingar og dómarar høvdu ikki møguleika fyri at útinna sítt starv. Harvið var grundarlagið tikið undan nógvum virksemi, nógvar fyritøkur vórðu tí seldar fyri spottprís. „Keyp ikki frá jødum“ stóð skrivað á skeltum uttan fyri handlar hjá jødum.
Henda støða hevði við sær, at jødarnir blivu ein útjaðarabólkur. Túsundtals jødar sóu tí ikki annan útveg enn at rýma av landinum. Tá Nürnberglógirnar komu í 1935, var støðan uppaftur spentari. Hesar lógir kravdu strangan skilnað ímillum rasurnar. Harvið var antisemitiska hugmyndin løgfrøðiliga grundað. Frá 1937 gekk jødaforfylgingin skjótari fyri seg. SS-førarin Heinrich Himmler kravdi alment at „avjødisera“ Týskland. Hetta krav var longu orðað í floksskránni hjá NSDAP (Hitlerflokkinum) í 1920. Tó gingu nógv ár, áðrenn hetta varð sagt beinleiðis við almenningin. Vegna hesi torføru kor flýddu útivið ein tíggindapartur at jødunum úr Týsklandi. Samlaða talið av jødum í Týskland og Eysturríki var langt oman fyri ein hálva millión undan 2. heimsbardaga.
Propagandamaskinan
At illa gitna propagandamaskinan eisini var virkin áðrenn krígsbyrjan er hendingin undan ríkiskrystallnáttina eitt gott dømi um. Tann 07.11.1938 kom ein jødiskur lesandi inn á týsku sendistovuna í París og skeyt týska umboðsmannin Ernst vom Rath. Hendingin var júst tað, ið nýtast skuldi fyri at rættvísgera atsóknina ímóti jødunum. Almenningurin hoyrdi um hendingina í París tann 08.11, men fyrstu atsóknirnar ímóti jødunum byrjaðu longu á kvøldi tann 07.11.1938. Spurningurin er, hvussu ein tílík einahending kundi rættvísgera ríkiskrystallnáttina. Politiska leiðslan vildi via propaganda hetsa fólkið ímóti jødunum. Lygisøgur vórðu íspunnar um eina jødiska (heims)samansvørjing. Teir fingu skuldina av at hava uppfunnið bæði kapitalismuna eins og „bolsjevikismuna“, ella kommunismuna. Harvið vórðu jødarnir lýstir sum rótin til alt ónt. Tá tíðindini komu um jødiska drápsmannin í París, ið hevði tikið lívið av ókenda umboðsmanninum, fóru sinnini upp at kóka og klárt var at fremja lagnutungu atsøknirnar ímóti jødunum tann 09.11.1938.
Ríkiskrystallnáttin
Longu tann 08.11.1938 stóð fyrsta synagogan í „Bad Hersfeld“ í ljósum loga og manga aðrastani vórðu atsóknir framdar ímóti jødum. Atsóknirnar byrjaðu av álvara um kvøldið tann 09.11.1938. Hesa nátt vísti antisemitisman sítt sanna andlit í Týsklandi. Limir í NSDAP og offensivi bólkurin SA (Sturmabteilung) undir NSDAP eins og ungdómar ið vóru partur av „Hitlerjugend“, fóru út hesa nátt fyri at oyðileggja og seta eld á. Hesi vóru í vanligum klæðum, so ikki var sjónligt, at tað var politiskt virkni. Umleið 7500 handlar vórðu heilt oyðilagdir hesa nátt. Harumframt høvdu nasistarnir megnað at fingið øði í nógv fólk, so tá handilsvindeygu vórðu brotin, komu nógv privatfólk upp í leikin og rændu. Bæði løgreglan og sløkkilið høvdu fingið boð um at lata standa til. Sløkkiliðið skuldi bert hjálpa, um týsk ogn var í vanda av eldinum. Helvtin av synagogunum í Týsklandi og Eysturríki vórðu brendar í grund hesa nátt. Talið var umleið 1400. Almannakunngjørda talið av deyðum var 91, men telur man øll við, ið antin doyðu av hjartaslag ella tóku lívið av sar sjálvum, ella vóru pínd til deyðis í konsentratiónslegunum hesar dagar í 1938 er talið einastaðni ímillum 1300 og 1500. Eftir „ríkiskrystallnáttina“ fóru SS og Gestapo í holt við at tvingsilsflyta jødar, serliga múgvandi jødar, til konsentrationslegur í „Buchenwald“, „Sachsenhausen“ og „Dachau“. Treytin fyri leyslating úr konsentratiónslegunum var lyfti um at fara av landinum innan stutta tíð. Hóast Goebbels bað allmenningin um at steðga atsóknunum, vardu tær heilt fram til 13.11.1938.
Vegna alt tað brotna glasið hesa nátt, fekk atsóknin harmleysa, ja næstan vakra navnið „ríkiskrystallnáttin“. Heitið „Ríkiskrystallnáttin“ skuldi geva spontanu fólkavreiðini skuldina fyri oyðileggingina.
Mismunirnir ímóti jødunum
Mong hildu Ræðunáttinna tann 09.11 vera hæddarpunktið innan atsóknir og jødajagstrannina, men so var ikki. Ríkiskrystallnáttin var bert byrjanin til ræðuleikarnar fyri jødarnar undan og undir 2. heimsbardaga. Jødarnir vóru bannaðir bæði úr búskaparliga og tí mentanarliga lívinum. Møguleikarnir á arbeiðsmarknaðinum vórðu skerdir niður í einki. Jødisk børn fingu ikki loyvi at ganga í skúlar saman við ikki-jødiskum børnum. Teir mistu eisini rættindini til at lesa á lærdu háskúlunum. Frá dag til annan var teimum ikki loyvt at koyra bil. Mismunirnir, forboðini og lógirnar ímóti jødunum vóru so mangar áðrenn krígsbyrjan, at ikki var gjørligt at hava vanligan gerandisdag undir slíkum umstøðum. Sostatt var eksistensgrundarlagið tikið undam jødunum í týska ríkinum.
Umstøðurnar hjá týsku jødunum frá november 1938 vóru so torførar, at fólk flýddu í hópatali. Men hetta vísti seg at verða alsamt torførari við tíðini. Bæði innanríkis bureaukrati og uttanríkis óttin fyri massaflíggjandi forðaðu fólki í at flýggja frá ræðuleikunum í 3. ríkinum. Harvið varð vegurin til størsta hópdrápið í allari mannasøguni lagdur.
Hvør stóð aftanfyri?
Í dag, 70 ár eftir lagnutungu náttina tann 09.11.1938 eru søgufrøðingar á einum máli um, at politiska leiðslan stóð aftan fyri ríkiskrystallnáttina. Hendan vildi via propaganda, at tað skuldi síggja út sum ein spontan reaktión hjá fólkinum sum hevnd ímóti, at týski umboðsmaðurin, Ernst von Rath, varð dripin í París. Í roynd og veru var krystallnáttin ella ríkispogromini partur av politisku leiðini hjá Hitlerflokkinum NSDAP (Nationalsozialistische Deutsche Arbeiterpartei). Kursurin var antisemitisma og ein vaksandi „arisering“, ið systematiskt skuldi skerja íbúgvarnar í týska ríkinum niður til bert at vera av arisku rasuni.
Reaktiónirnar innan-og uttanlands upp á „Ríkiskrystallnáttina“
Sum sagt vildi Hitlerflokkurin „NSDAP“ ikki taka ábyrgdina á seg. Floksleiðslan var tó als ikki á einum máli um hendingarnar. Eittnú Göring, Himmler, Heydrich og Alfred Rosenberg hildu hendingarnar vera farnar út um alt mark, og góvu Goebbels skuldina. Hitler vardi tó „propagandaministaran“ Goebbels. Flokkurin lovaði at kanna um ólógligt var hent, men tey ið kannaðu, komu úr sama systemi sum fólkini, ið høvdu framt herverkini. Hetta førdi sjálvandi til, at eingin kom at standa til svars fyri ræðuleikarnar.
Hóast tíðindini um tilburðirnar í Týsklandi ikki feraðust eins skjótt sum í dag, fekk umheimurin tó skjótt innlit í mannarættindabrotini í Týsklandi og Eysturríki. Eftir tann 10. november vórðu umleið 100 mótmælisskriv frá ymsum áhugabólkum send til skrivstovuna hjá uttanríkisráðnum í Berlin. Tó hvurvu hesi skriv ímillum onkrar aktir.
USA svaraði aftur við at taka amerikansku umboðsfólkini úraftur Týsklandi. Stutt eftir hetta vóru kravgongur í gøtunum í New York. Stjórnin í USA mótmælti, at jødarnir ikki høvdu møguleikar at luttaka í landsins búskapi. Hetta galt ikki bert týsku jødarnar, men eisini amerikonsku jødarnar, ið høvdu við Týskland at gera. Mótmælið hevði við sær, at handilssambandi við eittnú amerikanskar jødar kundi halda fram eina tíð. Hóast umheimurin hevði innlit í torføru støðuna hjá týsku jødunum, bóru nógv lond ótta fyri flóttafólkastreyminum úr Týsklandi og Eysturríki. USA tók árliga ímóti einans 27.000 av teimum 140.000 søkjandi. Mangar útlendskar fyritøkur boykottaðu Týskland – tí minkaði vinningurin av útflutningsvørum við einum fjórðingi innan ymisk økir, eittnú vóru tekstilídnaðurin og leikutoy hart rakt.
Hvat vistu fólk?
Eftir hesa vanlukku novembernátt visti fólk í øllum førum, at synagogurnar vóru oyðilagdar, eins og jødiskir kirkjugarðar vóru vanhalgaðir og at eksistensgrundarlagið var tikið undan jødunum. Jødisk siðvenja, mentan og átrúnaður, ið hevði verið til í Týsklandi í fleiri hundrað ár, vóru nú horvin. Eingi hópmótmæli komu – harvið stuðlaði meirilutin óbeinleiðis politisku gongdini.
Hvat við vanliga týska borgaranum? Hvat við teimum kristnu? Í stuttum kann sigast, at mong vóru tey, ið tóku undir við jødaforfylgingini – propaganda vísti seg at hava stóra ávirkan, serliga á tey ungu, ið ikki høvdu nógvar lívsroyndir. Men tey vóru eisini mong, ið als ikki hildu hetta vera rætt. Einstøk vágaðu sær at mótmæla, eittnú presturin í Nürtingen (Württemberg) Julius von Jan – hann hevði at hesi gongd í eini prædiku. Stutt eftir varð hann bardur av og varð funnin hálvdeyður uttan fyri prestagarðin. Tey fáu, ið høvdu mót at siga nakað, máttu rokna við at gjalda ein høgan prís.
Sunnudagin 09.11.08 var minningarhald um alt landið. Eittnú í Lörrach í Baden-Würrtemberg var ein nýggj synagoga innvígd. Við einum minningarhaldi í Berlin, har eisini Bundeskanslarin Angela Merkel helt røðu, peikaði „presidenturin í sentralráð jødanna“, Charlotte Knobloch á, at jødiskar samkomur vaksa og nýggjar synagogur og meinigheitshús koma so við og við í Týsklandi. Bispurin í Württemberg, Juli, helt eina minningargudstænastu í stiftskirkjuni í Stuttgart sunnudagin. Hann vísti á at, kirkjunar tagdu, tá jødarnir vórðu fyri órætti. Og legði dent á týdningin av ikki at tiga, tá órættvísi er.
Í eini røðu í Berlin kallaði Bundeskanslarin Angela Merkel hesa nátt „tann myrka náttin“. Hendan nátt umboðar myrkastu tíðina í týsku søguni. Hon peikaði eisini á manglandi hópmótmæli fyri 70 árum síðan, og mælti hon til at taka ábyrgd av søguni og ikki tiga, tá rasumismunir, fremmandahatur og antisemitisma koma til sjóndar í dag anno 2008. Vegna søgu sína hevur Týskland bundið seg til at stuðla Ísrael og verja og menna jødisku mentanina og átrúnaðin og geva jødunum í Týsklandi góð livikor.