Náttin er Ung skal verða eitt nýtt rák

Náttin er Ung skal verða byrjanin uppá eitt nýtt rák, sum skal broyta hugburðin hjá ungum til býarlívið Tveir pallar, nýggjasti tónleikur frá Undirbeat, og nakrir av landsins bestu tónleikarum vóru við til at geva ungum eina heilt serstaka uppliving leygarkvøldið, tá Náttin er Ung var á skránni.

- Vit vóru glað fyri at tey ungu tóku so væl ímóti tiltakinum. Sjálvsagt vóru nøkur fá, ið vóru ávirkaði tá tey komu í høllina, men tey allar flestu vóru púra rúsfrí, sigur Bogi Andreasen.

 

Ungdómurin takkaði fyri

Hóast rúsfrítt, so vísti tað seg, at ungdómurin tók væl ímóti konseptinum.

- Vit koyrdu konseptið fult út allan vegin. Nógv hava hug til at spara uppá til dømis anlegg, tá ið talan er um ungdómskonsert, men tað gjørdu vit ikki. Vit gjørdu alt so professionelt sum gjørligt, sigur Bogi.

Framførslurnar vardu inntil umleið kl. 03.00 sunnumorgun, og hóast klokkan var nógv, so vóru tey ungu so mikið glað fyri tiltakið, at nógv leitaðu sær afturum til fyrireikararnar fyri at takka fyri tiltakið.

- Tey høvdu enntá yvirskot til at koma afturum, og takka okkum fyri tiltakið. Tað vísur, at tey kanska hava skilt, at tað ber til at hugna sær í býnum uttan at verða ávirkaður, sigur Bogi.

 

Mugu uppbyggja eitt nýtt rák

Náttin er Ung hevur havt ein longri steðg, og hóast tað áður hevur verið frammi, so er neyðugt at uppbyggja eitt nýtt rák ímillum tey ungu.

- Vit fara at hava eitt tiltak aftrat innan seks vikur. Tað er neyðugt hjá okkum at uppbyggja eitt nýtt rák ímillum tey ungu, og tað gera vit bert, um vit halda fram við rúsfríum tiltøkum, sigur Bogi Andreasen við Planet.