Leygardagin verður ársins fyrsta konsert við heitinum Náttin er Ung, og hesaferð verður dentur lagdur á dansitónleik. Hesaferð er stórur dentur lagdur á dansitónleikin, sum Dj Ollietuutausend stendur
fyri. Við tí fyri eyga, at gera tiltakið hóskandi til dansitónleik, er tiltakið flutt í Perluna í Tórsgøtu.
Tiltakið bjóðar eitt sindur av hvørjum. Bólkarnir, sum framføra spæla alt frá róligum popp tónleiki, doom metal til festligan upbeat tónleik. Bólkarnir eru Dánial & Bjarki, Hamferð og Nikolina´s Rage, sum frammanundan hava gjørt seg merktan í Sement 2010.
Reinsaríið verður umgjørt til høvið, við sølu av pizza, slush ice og
øðrum góðgæti. Og fokus verður eisini sett á føstulávintsvikuna. Náttin er Ung byrjar klokkan 21.30 og letur aftur klokkan 02.00.
Og eins og altíð, so er hetta eitt rúsfrítt tiltak.