Náttin er Ung í Havn

Komandi vikuskiftið verður enn eitt umfar av rúsfría tiltakinum Náttin er Ung. -Vit vilja fegin taka undir við hesum rúsfría tiltaki, og tí skipa vit fyri einari útferð til tiltakið, um áhugi er fyri tí, sigur Beinta Gregersen, leiðari av ungdómshúsinum í Klaksvík.

 

Hetta er triðju ferð, at Margarinfabrikkin í Havn skipar fyri rúsfría tiltakinum Náttin er Ung, og hava tey undanfarnu tiltøkini fingið ógvuliga góða móttøku.

Til seinastu konsert vóru umleið 600 rung fólk savnaði, tá ið fleiri av Føroya bestu tónleikarum trinu á pall.

 

Tá ið tiltakið verður aftur komandi leygardag í Tórsgøtu í Havn, verða tað millum annað Undirbeat við Mrs. Duplo og JamesJames, sum standa fyri undirhaldinum.

 

Meira verður at frætta um tiltakið seinni í vikuni.