Enn einaferð er ungdómstiltakið Náttin er Ung á skránni. Endamálið er at skipa fyri rúsfríum tiltøkum, har tey ungu hava møguleika at stuttleika sær uttan rúsdrekka. Margarinfabrikkin og SSP-samskipanin fara í komandi mánaði at skipa fyri enn einum tónleika tiltaki fyri ung undir heitinum Náttin er Ung.
Tiltakið hevur frammanundan verið sera væl umtókt, og til seinastu konsert vóru umleið 700 ung fólk til staðar. Endamálið við hesum tónleikatiltøkum er, at ung skulu fáa møguleikan at njóta tónleikin uttan at verða rúsaði - ella at rúsa seg av tónleikinum.
Fyriskipararnar hava ment tiltakið soleiðis, at tað nú er ógjørligt at taka rúsdrekka við inn á konsert økið, og Bogi Andreassen heldur, at tey ungu taka væl ímóti rúsfría tiltakinum
- Eg haldi, at tey ungu veruliga taka undir við at hava rúsfrí tiltøk, og tað eru tey í veruleikanum noydd til, tí tey verða útvíst frá økinum, um tey eru sjónliga ávirkaði, sigur hann.
Millum tey ið fara at framføra á Náttin er Ung tiltakinum, eru tríggir Underbeat Dj?arar, umframt Oriontree og Boys in a Band. Tónleikur er ikki einasta tilboði ið tey ungu fáa hendan dagin í mars. Fyrireikararnar siga, at hoppiborg, tarvurin og slushice skulu verða á økinum, soleiðis at tey ungu ikki keða seg og fáa hug at rúsa seg.
Tiltakið verður í Høllini á Hálsi, og verður tað hildið 7. mars.
Les meira í Sosialinum í morgin.