Millum tey, sum høvdu framførslur hesa náttina, vóru punkbólkurin 200, Poppkorn og Black N White Crew. Eisini vendi DJ TummiX pláttum, og eitt sokallað trend show var eisini at síggja, umframt at tað bar til at fara í eina serliga kirkju.
Tað bar eisini til at kappast við karaoke, á einum tarvi og við skateborad, og sølubúðir vóru eisini settar upp.
Eitt endamál við tiltakinum var at fáa ungfólk í býin uttan at tey drekka ella nýta rúsevni.










