Á mentanarnáttini, sum verður í Havn fríggjadagin 7. juni, verður nú eisini náttarrenning á skránni.
Seinasta ár royndu supermotionistarnir í Bragdinum fyri fyrstu ferð at skipa fyri náttarrenning, og tiltakið riggaði so mikið væl at roynt verður aftur í ár.
- Renningin er ikki bert fyri Bragdarlimir, og tað er als eingin kapping, men øll, sum hava hug at uppliva býin øðrvísi, um tey so renna ella ganga, eru vælkomin við, siga tey úr Bragdinum.
Tey, sum luttaka í náttarrenningini hava tvær rutur at velja ímillum.Tann styttra er 4 kilometrar, og tann longra er 8 kilometrar. Øll byrja og enda á sama stað, við Lindbergshúsið, har Skyn heldur til. Komin á mál, er frukt, vatn, kaffi og okkurt søtt at fáa.
Ruturnar eru soleiðis:
Frá Bank Nordik oman eftir gongugøtuni og út á Tinganes, út á Reyn, framvið Havnar Kirkju, út eftir Skálatrøð, út í Álaker, oman í Sandágerð, heim eftir J.C. Svabosgøtu, Dr. Jacobsensgøtu, Tróndargøtu, yvir móti Steinatún og oman til Bank Nordik.
Um 4 kilometrar eru ov stuttir, ber til at renna víðari niðan eftir Bøkjarabrekku, til høgru eftir R.C.Effersøesgøtu, til vinstru eftir Hoyvíksvegnum, snara til høgru eftir gøtuni yvir móti Eysturvølli, eftir Stoffalág, yvir móti Óðinshædd, har Posta heldur til, yvirum og so eftir Staravegnum. Út á R.C. Effersøesgøtu oman til Effo og so eftir Hoydalsvegnum beint oman til Bank Nordik.