Náttarravnaskeið

Týsdagarnar 12., 19. og 26 novembur skipar Felagið Náttarravnarnir í Tórshavnar Kommunu fyri skeiði í Losjuni fyri bæði nýggjum og verandi limum

Tone Kjeld frá Náttarravnunum sigur, at endamálið er at útbúgva nýggjar limir og so eisini at uppfríska hjá verandi limum.
Skeiðini verða hildin týsdagarnar 12., 19. og 26 november.
Týsdagin 12. november verður kunning frá løgregluni um skyldur og rættindi hjá borgarum í sambandi við hetta at vera Náttarravnur. Kunning verður eisini frá Barnaverndini um teirra arbeiði. Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur hjá Barnaverndini heldur fyrilestur um ung.
Týskvøldið 19. november verður alt Náttarravnafyribrigdið gjøgnumgingið; teirra viðtøkur, reglugerð og ikki minst teirra felagsmentan. Hetta kvøldið verður arbeitt við, hvussu tey kunna menna felagsmentanina, so hon hóskar best til viðurskiftini her.
Og tað seinasta skeiðskvøldið, týskvøldið 26. november verður grundkunning um vanlukkuavmarking og fyrstu hjálp. Narkotikabólkurin hjá løgregluni fer at kunna um rúsevni og núverandi støðuna í kommununi. Carl-August Arge, rúsdrekka- og narkotikarágevi fer at halda fyrilestur um ung og rúsevni.
Tone sigur, at øll kunnu koma við til hesi skeiðini. Tað vil siga, at einum nýtist ikki at vera limur ella at hava tikið avgerð um at gerast limur fyri at luttaka á skeiðinum.
- Skeiðið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Tone Kjeld.
Nú hava Náttarravnarnir gingið úti í býnum í skjótt eitt ár, og tað hevur verið sera vælmóttikið millum ung. Tone sigur, at tað kemur meria enn so fyri, at tá Náttarravnarnir ganga úti, at fólk koma at fregnast um teirra virksemi.
Tað eru gott 70 limir í Náttarravnunum í dag, men ikki allir ganga úti um vikuskiftini.
- Tað vil altíð vera so, at summi ikki hava hug at ganga úti, men kortini fegin vilja stuðla, so tey eru stuðulslimir, sum rinda eina sera rímuliga upphædd sum eitt limagjald, greiðir Tone frá.
Hini sum ganga úti eru býtt í bólkar við trimum, og tey skiftast so at ganga. Tey eru so mikið nógv, at tað nýtist ikki at verða so tætt millum túrarnar. Summi ganga einaferð um mánaðin, men tað eru ikki øll, sum ganga hvønn mánaða.
Tone Kjeld sigur, at tað er ikki at halda seg aftur, tí tey ynskja nýggjar limir.
- Tað er altíð gott fyri ein felagsskap, at tað eru nógvir limir, sigur Tone Kjeld.
- Vit hava bara fingið positivar viðmerkingar til okkara virksemið og løgreglan segði herfyri í útvarpinum, at tað merkist væl, at vit eru har, sigur hon og heldur fram, at um tað onkuntíð eru útlit til, at tað fer at verða bardagi, og tey so síggja Náttarravnarar, so er tað ofta, at tað fjarar út heldur enn at blíva til tann stóra bardagan. Men so hinvegin, verður tað til rok, so ringja Náttarravnarnir eftir løgregluni.
Áhugin fyri at gerast Náttarravnur er rímuliga stórur. Tað koma alla tíðina nýggj. Og Tone sigur, at tað er ofta, at foreldur steðga á gøtuni og siga, at tað skjótt verður teirra túrur at verða Náttarravnur, tí børn teirra eru komin í tann aldurin.
Hon heldur, at Náttarravnarnir eru komnir fyri at verða, og hon letur væl at móttøkuni, sum tey hava fingið hetta árið, tey hava virkað. Eisini veit hon at siga frá, at tey hava fingið fyrispurningar frá fólki, sum hugsa um at stovna Náttarravnafelagsskap aðrastaðni í landinum.
Um fólk ynskja at fáa meira at vita um hetta skeiðið ella Náttarravnarar, so kunnu tey ringja til Carl August Arge á tlf 215570 ella Tone Kjeld á 311707.