Hetta hevur verið fastur táttur seinastu átta árini, og annar av vertunum, Heðin Arge Jensen, hevur verið við øll hesi árini. Afturat sær hevur hann so havt skiftandi manning, og seinastu trý árini hevur starvsfelagin iti Rúni Jákupsson.
Rúni greiðir okkum frá, at teir so at siga alla tíðina hava koyrt eftir sama leisti, og hóast teir sjálvsagt hava ymisk hugskot um broytingar, so verður sendingin so at siga hin sama framyvir.
Ein stórur partur av senditíðini er jú avsettur til spurnarkappingina, og tá tað illa ber til at seta eitt fast minuttal á henda partin, er neyðugt at hava tóm pláss í skránni, sum so verða fylt út við tónleiki.
Væl umtókt
Ikki tí, júst spurnarkappingin man helst verða ein sera væl umtóktur partur av sendingunum, og hesum dylir Rúni heldur ikki fyri. Talioð á lurtarum, sum royna at koma ígjøgnum at gita, hevur alla tíðina verið sera høgt, so lítið er at ivast í, at hetta er sera populert, heldur Rúni.
Ein partur av vinninginum í spurnarkappingini hevur seinnastu tíðina verið, at ein vinnari, umframt allar smærru vinningarnar, er við í lutakasti um eina ferð.
Seinast hetta varð gjørt, var talan um eina ferð til stóra súrepli »New York«, og nú standa so onkrar konsertferðir á skránni.
Fyri januar mánaða er talan um eina konsert í Keypmammahavn, har heimsgitni walisin, Tom Jones, ger sítt til, at undirhaldið verður á høgum støði.
Mánaðin eftir er aftur talan um konsert við einum væl kendum navnið, sum hevur verið frammi í nógv ár. Hesu ferð er talan tó ikki um ein frekan abba, men hinvegin verður tað tá rock-omman, Tina Turner, sum leggur leiðina fram við danska høvuðsstaðnum.
So er áhugi fyri at sleppa við á hesar ferðir er bert eitt at gera. Ringið 311382 ella?










