Náttarravnar eru vaksin fólk, oftast foreldur, sum sjálvboðin ganga úti um næturnar í vikuskiftunum, so tey ungu skulu kenna seg trygg, tá tey eru í býnum.
- Tey ungu sakna okkum í býarlívinum í Eysturoynni, sigur Ásvør Højgaard, formaður í Náttarravnunum í Tórshavnar kommunu.
Tað eru foreldur úr Runavík, sum hava vent sær til Náttarravnarnar í Havn, við einum ynski um at fáa ein bólk av Náttarravnum upp á beinini í Eysturoynni.
- Vit vóna at gera eitt nýtt lið í Eysturoynni, so tey kunnu vera úti, til dømis tá dansur er á Kambsdali ella í Mentunarhúsinum, greiðir Ásvør Højgaard frá.
- Men vit vóna eisini at kunna samstarva soleiðis, at tey kunnu koma til Havnar at hjálpa okkum, og soleiðis at nøkur av okkum kunnu vera úti við teimum í Eysturoynni.
Á fundinum verður formaðurin úr donsku Náttarravnunum Erik Torsted við. Hann fer at greiða frá um virksemið hjá Náttarravnunum og um grundarlagið fyri, hví tey ganga úti í býnum.
Løgreglan fer at greiða frá um býarlívið og um, hvussu Náttarravnarnir hava gjørt mun, tey fýra árini tey hava verið í Tórshavn.
Við á fundinum vera eisini norðmaðurin Erik Brekke, sum upprunaliga stovnaði Náttarravnarnar og ein donsk kvinna, ið eitur Lene Risberg, fer at greiða frá hvussu ecstasy misbrúk hevur oyðilagt hennara lív.