Í londunum rundan um okkum hava vit í fleiri ár hoyrt um sonevnt Open by Night átøk, har handlar hava havt náttaropið. Hetta er nakað, sum vit eisini hava sæði meiri og meiri til í Føroyum seinnu árini.
Í kvøld verður eitt slíkt átak í SMS, har allir handlarnir í SMS hava opið heilt til klokkan 22. Samstundis fara allir handlarnir at hava eina rúgvu av serligum tilboðum bara hetta kvøldið.
Í SMS ætla tey sær at gera nógv burtur úr hesum kvøldinum, og tí hava tey snikkað saman eina forvitnisliga skrá á Torginum við bæði tónleiki og ymiskum smakkiroyndum.
Tað verða nakrir av fremstu tónleikarunum í landinum, sum koma at framføra. Nevnast kunnu Lena Anderssen, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen og Sakaris.
Smakkiroyndirnar, sum tey vitjandi í SMS sleppa at royna, eru frá eitt nú Stóragarði, Miklagarði og Okkara.