Nú fer planetin undir ein nýggjan fastan tátt undir heitinum Náttarlívið í Føroyum. Hetta merki, at hvørt vikuskifti verða myndir tiknar úr alskyns barrum og diskotekum í Føroyum, og verða hesar lagdar sum myndafrásøgn á planetina. Komandi viku byrjar nýggi fasti tátturin á planet.fo, nevniliga Náttarlívið í Føroyum.
Endamálið við átakinum er at lýsa náttarlívið í Føroyum sum myndafrásøgn, og verður hetta fyrstu ferð gjørt í komandi viku.
Tað vil siga, at fyrstu myndirnar frá náttarlívinum, sum verða at síggja á planetini, verða frá komandi vikuskifti.